– Føroyar eiga ikki at taka ímóti ríkisveiting úr Danmark. Tað heldur Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður.
Nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, brúkti Magni Laksáfoss høvið til at hugleiða eitt sindur um ríkisveitingina úr Danmark.
Hann staðfesti, at hóast ríkisveitingin verður skerd, høvdu Føroyar framvegis verið eitt av teimum allarríkastu londunum í verðini, og vit høvdu verið ríkari enn bæði Ísland og Finnland.
Hann vísir eisini til eina kanning frá 2013, tá ið ríkisveitingin var 888 milliónir tilsamans. Tá var ríkisveitingin 9,5 prosent av føroyska búskapinum, táið bæði tað beinleiðis virksemi, og tað óbeinleiðis virksemi, varð talt við. Tað merkir, at høvdu vit onga ríkisveiting fingið tá, hevði búskapurin minkað 9,5 prosent.
Men høvdu vit onga ríkisveiting havt í 2013, høvdu vit framvegis verið ríkari enn Ísland, Finland, Skottland. Og sostatt høvdu vit framvegis verið eitt av teimum fimm ríkastu londunum í verðini.
Magni Laksáfoss sigur, at hinvegin er tað ein politiskur spurningur um vit vilja hava ríkisveitingina burtur. Og sjálvur heldur hann, at vit eiga ikki at fáa ríkisveiting úr Danmark.
– Føroyar eru eitt ríkari samfelag enn tað danska. Og tá ið móttakarin er ríkari enn gevarin, eigur móttakarin ikki at biðja um meiri pening. Tvørturímóti eiga vit at lækka ríkisveitingini, heldur hann
Tí heldur hann, at tað er ikki rætt, at Føroyar fáa ríkisveiting úr Danmark. Tá ið vit eru ríkari enn gevarin, eiga vit ikki at taka ímóti meiri pengum, sigur hann.
Hetta var eitt sjónarmið, sum vakti ans í Løgtinginum, tí Magni Laksáfoss hevur verið tingmaður fyri Sambandsflokkin, ið, meiri enn nakar annar, hevur tvíhildið um ríkisveitingina.
Men Magni Laksáfoss sigur, at í roynd og veru er hetta eitt sjónarmið, hann altíð hevur havt. Og hann heldur, at tað er skeivt at hava so avgjørdar meiningar um ríkisveitingina, har sambandsvongurin prædikar tann reina undirgang, missa vit ríkisveitingina, og har Tjóðveldi prædikar, at hon als ongan týdning hevur yvirhøvur.
Tí hvørki er rætt, sigur Magni Laksáfoss. Ríkisveitingin hevur sína ávirkan á føroyska búskapin, men hóast hon varð skerd, høvdu vit framvegis verri eitt ríkt samfelag, leggur hann afturat.