Føroyar eru farnar eitt pláss upp á nýggja styrkistlistanum hjá FIFA, og eru nú nummar 135 av heimsins londum í fótbóltshøpi. Talan er sostatt um evarska lítla framgongd, men tó eru Føroyar sum heild farnar langt aftur á styrkilstanum seinastu mánaðirnar.
FIFA-styrkilistin verður dagførdur einaferð um mánaðin og gevur eitt yvirlit yvir, hvørji fótbóltslandslið eru best - alt eftir teirra úrslitum.
Fyrst í juni vóru Føroyar nummar 89 á styrkislistanum, men tá ið nýggjur styrkislisti varð kunngjørdur í juli var afturgongdin stór. Tá vóru Føroyar brádliga nummar 136. Hetta kemst av, at Føroyar taptu venjingardyst ímóti Kosovo, sum vann sín fyrsta almenna landsdyst nakrantíð. Sostatt byrjaði Kosovo aftast á styrkislistanum og vann ímóti einum, sambært styrkislitanum, væl betri landi, og hetta hevur kostað eina stóra afturgongd fyri Føroyar.
Av grannalondum okkara kann nevnast, at fremsta norðurlandið er Ísland, sum er nummar 23 á styrkislistanum. Svøríki er nummar 40, Danmark nummar 44 og Norra nummar 50.
10 tey sterkastu fótbóltslandsliðini sambært FIFA eru hesi:
1: Argentina
2: Belgia
3: Kolumbia
4: Týskland
5: Kili
6: Portugal
7: Frakland
8: Spania
9: Brasilia
10: Italia