Føroyar eru nummar 76

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti er nummar 76 av øllum kvinnulandsliðum kring heimin. Tað sigur FIFA, sum júst hevur kunngjørt nýggjan styrkislista.

Sambært listan eigur USA besta kvinnulandsliðið, og á næstu plássunum eru Týskland, Svøríki, Barsil, Noreg, Suðurkorea, Frakland, Danmark, Kanada og Japan.

Ísland er á 19. plássi, og Føroyar eru nummar 76. Á 77. plássi er Norðurírland, Tunesia er nummar 78, Venezuela er nummar 81, og Luksemborg er nummar 92.

Føroyar hava 1327 stig, meðan Norðurírland hevur 1318 stig. Føroyar eru á sama plássi og hava sama stigatal, sum tá ið styrkislistin síðst varð kunngjørdur. Tað var í desember 2007.

Tvær uppgávur eru á skránni hjá kvinnulandsliðnum í ár, og kvinnurnar hava longu verið savnaðar til fyrstu landsliðsvenjingina.

Í vár skal kvinnulandsliðið luttaka í kapping í Luksemborg, har Letland og Makedonia eisini vera við, og í heyst skal landsliðið luttaka í EM undankappingarbólki. Enn er ikki greitt, hvørjum tá skal spælast ímóti.

Álvur Hansen og Jacob Thomsen eru venjarar hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti.