Fýra dystir í 25. umfari í Vodafonedeildini eru á skránni seinnapartin. Tey bæði feløgini á eystara armi á Skálafjørðínum - NSÍ og B68 - eiga heimavøll, ein dystur verður spældur í Streymnesi, og tann síðsti verður spældur í Sørvági. Tað er sjáldan, at tað kemur fyri, at hvørki B36 ella HB eiga heimavøll í einum umfari, men soleiðis er tað í dag.
Líkindini eru av teimum fagrastu kring alt landið. Nógva staðni fóru teir á fjall tíðliga í morgun, og hjá teimum, sum eru áhugað í fótbólti, er tað hugaligt at fara at fylgja við seinnapartin. Í hvussu so er tá ið tað ræður um veðrið, og tá ið havt verður í huga, at vit eru komin væl út í oktober mánað.
B36 er framvegis oddalið, og tí er árstalsfelagið sjálvsagt stórfavorittur í Sørvági, har 07 Vestur skal berjast fyri framvegis at hava nakran møguleika at varðveita plássið í bestu deildini.
Í Streymnesi fokusera bæði heimaliðið og Víkingur á stríðið um silvurkrónurnar. EB/Streymur hevur vunnið tíggju tær seinastu ferðirnar. Hjá Víkingi var tað stórt afturstig, at tað seinast kiksaði á heimavølli í grannauppgerðini ímóti NSÍ.
Í oyggjauppgerðini á Svangaskarði er møguleiki endaliga at tryggja sær plássið í bestu deildini. ÍF hevur vunnið báðar dystirnar ímóti B68 - 4-3 á Svangaskarði og 3-1 í Fuglafirði.
Tað lætnaði hjá meistarunum í HB, tá ið teir vunnu í Gundadali ímóti 07 Vestur. Enn spøkir hóttanin av niðurflyting, og tað hevði ivaleyst komið væl við at vunnið í hvussu so er eitt stig við Løkin. Eftir at tað í fleiri umførum ikki hevði verið serliga sannførandi, kveiktist nýtt lív í NSÍ, tá ið teir gulu og svørtu vunnu í Sarpugerði.
Fyrsti dysturin í hesum umfarinum varð spældur sunnudagin, tá ið KÍ við máli í yvirtíðini tryggjaði sær øll stigini á Sandi.
Í dag klokkan 16
B68-ÍF: Dagfinn Forná
EB/Streymur-B71: Lars Múller
07 Vestur-B36: Alex Troleis
NSÍ-HB: Rúni Gaardbo
Støðan
B36 58
EB/Streymur 56
Víkingur 52
NSÍ 35
KÍ 31
B68 26
HB 26
ÍF 25
07 Vestur 21
B71 11
KÍ og B71 hava spælt 25 dystir, og hini liðini hava spælt 24 dystir.