- Vilt tú hava ein arbeiðssaman flokk á fólkatingi, vel so Tjóðveldisflokkin.
Hetta tyktist vera høvuðsboðskapur floksins, tá valskrá floksins Fríggjamorgunin varð løgd fram á tíðindafundi á Hotel Føroyum. Meirilutin av valevnunum vórðu savnað, og formaður floksins, Høgni Hoydal, legði fyri við eini framløgu við slagorðunum"Vel so tað munar".
Gomul slagorð
Og tað vóru sum væntað gomlu slagorð floksins, sum gingu aftur á tíðindafundinum. Føroyskt fullveldi, tjóðskaparlig viðurkenning og avgerðarrættur føroyinga eyðkendu framløguna hjá Høgna, og viðvíkjandi yvirornaðu spurningunum var sjálvsagt lítið nýtt at frætta.
Men umframt at tosa á yvirornaðum støði kastaði Høgni eisini ljós á einstøk aktuell mál, sum flokkurin vil berjast fyri. Í hesum sambandi nevndi formaðurin uppskotið um uttanríkispolitiskar heimildir, spurningin um yvirtøkur, formligan ognarrætt til undirgrundina og limaskap í Norðurlandaráðnum. Og so kom hann eisini inn avleiðingarnar av eini ES-grundlóg.
- Vit vilja virka fyri, at vit fáa møguleikan at yvirtaka tey mál, danir lata til ES í kjalarvørrinum av ES-grundlógini, og vit hava biðið serfrøðing kannað, hvørji okkara rættindi eru, um Danmark gerst partur av ES-grundlógini, siteraði Høgni úr valskrá floksins.
Virksemi á Christiansborg
Tjóðveldisflokkurin hevur greitt valt primert at marknaðarføra seg sum fyrsti føroyski flokkurin, sum veruliga hevur megnað at sett Føroyar á dagsskránna á Christiansborg, og í hesum sambandi verður víst til tølini á fyrispurningum reistar á fólkatingi.
- Frá 1998 til 2005 reistu ABC-flokkarnir tilsamans 15 mál á fólkatingi. Farnu trý árini hevur Tjóðveldisflokkurin einsamallur reist yvir 60 mál, og vit ætla framhaldandi at vera líka virkin, stendur at lesa í valskrá floksins. Umframt hetta leggur flokkurin stóran dent á tey tiltøk, Norðuratlantsbólkurin hevur samskipað, og flokkurin sigur seg vera trygd fyri upplýsing um Føroyar í Danmark.
Júst hetta fer helst at vera eitt sentralt vápn í valstríði teirra. Virksemi floksins á Christiansborg seinastu fýra árini hevur av og á vakt øsing bæði í Føroyum og Danmark, ikki minst eftir ráðstevnuna "Høvdið á blokkin".
Og meðan tað hjá hinum flokkunum fer at snúgva seg um at gagnnýta henda møguleikan og framseta flokkin sum ov konfrontatiónssøkjandi við ov nógvum orrustum og hørðum samanbrestum uttan úrslit og loysnir, er uppgáva Tjóðveldisfloksins at sannføra veljaran um, at talan hevur verið um reina luft og gott samstarv. Møguliga eitt sentralt aspekt í valstríðnum.
Flokkurin legði eisini dent á, at eftirlíkan av egnum krøvum veður altavgerandi viðvíkjandi stuðuli til danskar politikarar.
- Tað er líkamikið fyri okkum, um Fogh ella Lykketoft fer avstað við sigrinum. Vit stuðla teimum, sum eftirlíka okkara krøvum, var greiði boðskapurin á Hotel Føroyum.
Tobbi
Á tíðindafundinum varð spurningurin um Torbjørn Jacobsen eisini uppi at venda. Á eykaflokstingi í desember vórðu útihýsingarregla og sanktiónir mótvegis Tobba samtyktar, men í dag er Torbjørn Jacobsen á sama lista sum mong av teimum, ið hava skrivað undir áðurevndu samtyktir. Sjónliga valevni Sjúrður Skaale, sum hevur lagt hart út í valstríðnum, hevur víst á í lesarabrævi, at flokkurin hevur boygt nøkur prinsippir, meðan onnur meta framferðarhátt floksins verða eina andsøgn úr enda í annan. Spurdur, um flokkurin ikki hevur ein forkláringstrupulleika, segði Høgni Hoydal soleiðis:
- Nú er valstríð, og tí hava vit brúk fyri øllum góður kreftum. Vit vilja savna í staðin fyri at spjaða flokkin, vit vilja leggja øll stríð og allar ósemjur aftur um okkum, og onnur viðurskifti skulu ikki sleppa at oyðileggja yvirornaða endamálið.
Torbjørn Jacobsen tykist einfalt hava verið ov týdningarmikil fyri flokkin til, at hann kann útihýsast beint undan einum vali, og tí hava álop hansara á formannin ikki fingið tær avleiðingar, sum vórðu sannlíkar í desember. Ein spurningur um antin taktikk ella prinsippir, og Tjóðveldisflokkurin tykist í hesum føri hava valt...