Føroyar framvegis koronafríar

Koronafría gongdin í Føroyum heldur fram, og heldur ikki í dag er nakar nýggjur tilburður av covid-19 smittuni staðfestur í Føroyum.

Hetta merkir, at í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni.

Hetta byggir á í alt 8.931 kanningar, upplýsir landslæknin í morgin, nú nýggjastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna, og allir 187 eru síðani staðfestir frískir. 

Í gjár vórðu 68 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar vóru negativar. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.661 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.