Føroyar góvu honum fobi

Eftir fimm ár við støðugari og gjøgnumførdari happing í einum barnaskúla,

sum Helgi Breiner kallar »helviti á jørð«, tók tað honum mong ár og nógv

stríð aftur at fáa grundleggjandi álit á menniskju og mót upp á lívið


Fyri fyrstu ferð í sjey ár hevur Helgi Breiner verið aftur í Føroyum. Eitt

land, sum hann ikki hevði roknað við at sæð aftur. Tí hóast hann er

føroyingur, so hava minnini um happing og forfylging í føroyskum bygdaskúla

fylt so nógv, at tað hevur oyðilagt alt ov nógv í lívinum hjá honum.

- Mín søga um happing byrjaði í 1980. Foreldrini hjá mær fluttu til Gøtu og

eg byrjaði í øðrum flokki í Gøtu skúla, greiðir Helgi Breiner frá.

Tað sum skuldi vera ein flyting til eina friðarliga bygd var byrjanin til

eina ræðutíð. Eina ræðutíð, sum gav Helga Breiner so varðandi mein, at hann

ikki slapp burtur úr ótryggleikanum og fobiunum, fyrr enn hann hevði gingið

bæði á fobiskúla og verið hjá healara.

Í dag býr Helgi Breiner í Keypmannahavn og arbeiðir sum organist við

Frederikssunds Kirkju. Hann er giftur kenda danska rithøvundanum,

Cæcilie Lassen, og tey eiga tvær døtur. Hann hevur tað gott í dag men

sigur, at um hann ikki hevði verið ígjøgnum sína grøðingartilgongd, so hevði

hann ikki verið førur fyri at vitja Føroyar aftur.

Helgi Breiner gleðist um, at happing er komið á breddan í føroyska

fólkaskúlanum, og orsøkin til, at hann fortelur sína søgu, er ikki, at fólk

skulu taka synd í honum, men heldur skilja, hvat happing ger við menniskju.


Ein skúli í kaos

Burtursæð frá tí fyrstu tíðini, varð Helgi Breiner happaður alla tíðina,

hann gekk í barnaskúlanum í Gøtu. Hetta var ein happing, sum til tíðir fekk

karakter av forfylging.

- Skúlin var eitt satt kaos. Teir flestu lærararnir møttu sjáldan til

tíðina. Sum oftast komu lærararnir 20-30 minuttir ov seint til tímarnar og

tað var als ikki óvanligt, at lærararnir ikki komu til tíman, sigur Helgi

Breiner.

Og tá eingir lærarar vóru, vóru tað teir sterkastu næmingarnir sum settu

dagsskránna, og tað var sjálvdan stuttligt fyri teir veikastu. Sama skil var

í fríkorterunum.

- Fríkorterini vóru tí ein stórur partur av skúladegnum, og eg minnist

meg ikki at hava sæð eina garðvakt úti í fríkorterunum. Tað var "fri leg", sum man

sigur. Í praksis Darwin’sa junglulóg, "Survival of the fittest."

Men hóast lærarnir vóru nógv burturstæddir, so undrar tað álíkavæl Helga

Breiner, at eingin vaksin uppdagaði nakað.

- Eg skilji ikki hvussu tað bar til, at smá børn framdu álvarsom sálarlig

brotsverk - og  óivað ikki bara ímóti mær - uttan at nakar vaksin legði

merki til tað ella gjørdi nakað við tað, sigur hann avgjørdur.


Happingarmentan

Hann heldur eisini, at tey vaksnu hava ábyrgd á ein annan hátt, tí børn

kopiera tað happingarmentan, sum tey síggja hjá teim vaksnu. Børnini duga

bara ikki at pakka happingina inn. Helgi Breinir nevnir slatur og sarkasmu í

familjum, á arbeiðsplássum, í kirkjum og í politikki sum dømi um

happingarmentan.

- Í mínum optikki er tað tí minni áhugavert, at hvat børnini kallaðu ella

slatraðu um meg á skúlanum ella í frítíðini. Heldur er tað ikki áhugavert at

eg ein dagin bleiv forfylgdur á veg heim av trimum drongjum frá klassanum,

sum oyðiløgdu súkluna hjá mær, tí eg hevði svarðað aftur.

Tað óhugnaliga og álvarsliga er, hvat happingin ger við menniskjir, leggur

Helgi Breiner herðslu á.

Og tøgnin heldur happingini á lívi. Í skúlanum í Gøtu var ongantíð tosað um

happing. Happing var ikki til.

- Happing var tabu á skúlanum, og ikki fyrr enn vit fingu ein danskan

flokslærara, Grethe Grue Sørensen, í sætta flokki, varð orðið nevnt.


Varandi mein

Hóast happingin stegðaði, tá hann kom í framhaldsdeildina í Fuglafirði, hava

upplivingarnar í barnaskúlanum forfylgt Helga Breiner í nógv ár. Happingin

vardi í veruleikanum í 25 ár, sigur hann, tí so leingi hevur hann livað við

meinunum.

- Eg havi havt ein stóran ótta fyri menniskjum og verið bangin fyri at verða

happaður aftur. Hóast tað ikki hendi, hevur óttin forfylgt mær, og kom at

stýra mínum lívi nógv ár.

- Tað er ikki uttan grund, at eg í nógv ár havi kallað mín gamla bygdaskúla

fyri »helviti á jørð«, sigur ein bersøgin Helgi Breiner.

Í nógv ár hevði Helgi Breiner symptomir, sum mintu um posttraumatiskt stress

syndrom. Ein diagnosa, sum man oftast fær, um man hevur sitið í

konsentratiónslegu ella verið prostituerað, greiðir Helgi Breiner frá.

Symptomini vísa seg millum annað við, at man isolerar seg frá øðrum

menniskjum, ofta er vónleysur, kennir seg hóttan ella missir álit á

menniskjur, religiónina ella lívið sum heild.


Fobiskúli

Tá ið Helgi Breiner í 1997 kom til Keypmannahavn fann hann Fobiskúlan. Og

har byrjaði leiðin burtur úr traumaunum.

- Eg kom eg í bólk við nøkrum heilt vanligum fólkum, sum av ymiskum orsøkum

høvdu sosialfobi í ymiskum samanhangum. Ein teirra, ein alisfrøðingur

arbeiddi ikki longur á universitetinum, tí hon var bangin fyri at rodna. Í

staðin arbeiddi hon sum postboð. Nógvar líknandi søgur vórðu fortaldar á

skúlanum, og vit fingu amboð til at takla ymiskar støður, sigur Helgi

Breiner.

Men hóast hann hevði verið á Fobiskúlanum, var tað torført fyri hann at fáa

nýggju vitanina gróðurfesta í lívinum.

- Eg skifti arbeiðspláss nakrar ferðir, vildi ikki vitja í Føroyum, vildi

ikki síggja familjuna og eg føldi meg hóttan og vónleysan, júst sum eg havi

lisið um fyrrverandi fangar i konsentratiónslegum. Tað, sum eg hevði lært á

Fobiskúlanum, var fest í heilanum, men ikki botnfelt í sálini. Tí sjálvt um

eg visti, at eg einki hevði at vera bangin fyri, stýrdi óttin alsamt lívinum

hjá mær, greiðir Helgi Breiner frá.


Grøðing skuldi til

Ikki fyrr ein sanglærari spurdi hann, um hann hevði evnir at kenna, hvat

rørir seg í fólki, fann hann ein veg til at fáa vitanina um ótta og fobiir

úr heilanum niður í kroppin og sálina.

-  Eg hevði ongantíð hugsað um, hví eg bleiv ótrúliga stressaður av

stressaðum menniskum ella ógvuliga bangin, tá ið tey blivu ill. Men tað kan

samanlíknast við ein musikara, sum hevur fingið tinnitus, og sum fær ilt í

oyrini, tá hann hoyrir ógvuslig ljóð.

Helgi Breiner fekk samband við ein góðan healara-massør og hevur gingið hjá

honum í 5 mánaðir.

- Tað hevur verið hart til tíðir, tí øll traumaini høvdu sett seg fast í

kroppinum. Men healarin hevur hjálpt mær við at gjøgnumliva tær traumatisku

hendingarnar aftur; hendingar, sum eg annars havi flýggjað frá alt lívið,

sigur hann.

Viðgerðin hjá healaranum gjørdi so nógvan mun, at Helgi Breiner setti seg

føran fyri at koma aftur til Føroyar. Her hevur hann nú millum annað vitjað

familjuna og sæð skúlan í Gøtu aftur.

- Túrurin var góður fyri meg, og tað er, sum óttin, misálitið og vónloysið

eru horvin. Eitt nýtt kapittul er byrjað í mínum lívi. Endiliga havi eg

funnið eitt amboð til at fáa frið í sálina og nú fær fortíðin ikki longur

loyvi at stýra og oyðileggja nútíðina, sigur Helgi Breiner at enda.