Føroyar høvdu spanska risan á knøunum

U-21 landsliðið: Føroysku spælararnir hava alla orsøk til at vera vónbrotnir av, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna stig

Síðsta bríksl í EM undankappingardystinum millum Føroyar og Spania á Tórsvølli hevur akkurát verið. Máltalvan vísir 0-2. Seinna málið varð skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat seinna hálvleiki.

Og tað er einki at liggja omaná og lætt at skilja, at føroysku spælararnir eru ógvuliga vónbrotnir.

Spania telur millum størstu fótbóltstjóðir í Europa og heiminum, og U-21 landsliðið hjá Spania eigur somu støðu, sum besta landsliðið og stórfeløgini Real Madrid og Barcelona.

Spania var væl meiri á bóltinum í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at umseta yvirvágina til mál. Føroyska liðið var sera væl skipað, og fram ímóti steðginum spældi heimaliðið seg til onkran málmøguleika.

Spurningurin var so, hvussu tað fór hilnast í seinna hálvleiki, tí føroysku spælararnir høvdu runnið so nógv og brúkt nógva orku.

Føroyar áttu fyrsta góða møguleikan í seinna hálvleiki, men tað var Spania, sum legði seg á odda.

Hóast føroyingarnir fingu mál ímóti sær, so vísti føroyska liðið í seinna hálvleiki framúr avrik. Hetta man vera eitt tað besta avrikið, sum nakað føroyskt landslið hevur megnað ímóti so stinnum mótstøðuliði.

Verjan var alla tíðina stak væl skipað, og spaniólar fingu ikki høvi at spæla seg til nógvar møguleikar.

Rói Zachariasen var stinnur í málinum, Sámal Johansen og Ólavur Niclasen vóru skilagóðir og kaldir miðverjar, og Ari Olsen og Daniel Johansen vóru framrættaðir vongverjar, sum bjóðaðu seg til og megnaðu at sneiða framvið mótstøðumonnum.

Á sentrala miðvøllinum spældu Stefan Radosavljevic og Hjalti Kárason Djurhuus stak væl. Ofta plagar at verða sagt, at stóri munurin á føroyskum spælarum og útlendskum stjørnum er skjótleikin. Tí var tað hugaligt at staðfesta, at í kvøld var munurin ikki tann stóri. Tað sást, tá ið Føroyar spentu álopsbogan, og ein av sponsku stjørnunum brádliga var leysur í vinstru. Tá spurtaði Hjalti K. Djurhuus, yvirhálaði og tók bóltin av honum.

Petyur Knudsen var liðformaður og sentrali framrættaði miðvallarin, og bæði hann og Adrian Justinussen og Lukas Giessing megnaðu støðugt at pressa sponsku verjuna og mynda støður og møguleikar.

Pætur J. Petersen arbeiddi nógv í fremstu ódnini. Tíðliga í seinna hálvleiki endaði fínt álop við, at hann varð spældur leysur í høgru og royndi seg úr spískum, men málverjin bjargaði.

Hetta var framúr føroyskt avrik, ið eigur at teppa øll tey á meginlandinum, sum tosa um, at Føroyar og aðrar smátjóðir ikki eiga at spæla saman við teimum stóru.

 

Føroyar – Spania 0-2 (0-0)

U-21 EM undankappingardystur

0-1: Brahím Diaz 51.

0-2: Brahím Diaz 91.

Føroyar: Rói Zachariassen – Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Ólavur Niclasen, Daniel Johansen – Stefan Radosavljevic (Ragnar Samuelsen, 81.), Hjalti Kárason Djurhuus – Lukas Giessing, Petur Knudsen (Arnbjørn Svensson, 85.), Adrian Justinussen – Pætur J. Petersen

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Dann Fróðason, Hanus Sørensen, Steffan Løkin, Noah Mneney, Pætur Skipanes og Andri Julin Benjaminsen.