Føroyar hava vunnið flest heiðursmerki

Føroysku ítróttarfólkini hava fingið flúgvandi byrjan á Oyggjaleikunum á Álandi. Eftir tveir teir fyrstu kappingardagarnar, hava Føroyar vunnið 23 heiðursmerki og liggja ovast á listanum yvir heiðursmerkini.

 

Listin verður fyrst og fremst gjørdur eftir talinum á gullmerkjum, og har hava Føroyar vunnið 7 gullmerki - eitt gullmerki meira enn álendsku vertirnir. Í hølunum á Føroyum og Álandi eru Gotland, Jersey og Isle of Man.

 

Føroyar hava eisini vunnið 7 silvurmerki og 9 bronsumerki.

 

Í morgin eru útlit fyri, at føroyingar kunnu vinna fleiri heiðursmerki. Føroysku bogaskjúttarnir liggja væl fyri í sínum kappingum, sum enda í morgin, og aftur í morgin fara svimjararnir at royna seg.