Føroyar heiðraðu Zacharias og Jógvan

Mánakvøldið vórðu Zacharias Heinesen og Jógvan Isaksen heiðraðir fyri síni listaligu og mentanarligu avrik, har teir fingu ávikavist Mentanarvirðisløn og Heiðursgávu landsins. Hóast kavi legðist um landið, var fitt av fólki var komið saman í Norðurlandahúsinum at fagna teimum báðum

MENTAN

Myndir: Jens Kr. Vang
 
 
Mentanarheiðursløn landsins og Heiðursgáva landsins. Tað skerst ikki burtur, at heitini hava ta tign, ið slík heiti skulu hava.
Í gjár heiðraðu Føroyar Zacharias Heinesen og Jógvan Isaksen, sum fingu ávikavist Mentanarheiðursløn og Heiðursgávu Landsins.
Zacharias fyri sína stóru málningalist, ið teir flestu yngru listamálararnir meira og minni sjálvboðið ella ósjálvboðið hava elt og endurgivið. Jógvan fyri sítt drúgva og dygdargóða arbeiði sum ummælari, bókaútgevari og høvundur.
Heiðurslønirnar vórðu handaðar á samkomu í Norðurlandahúsinum mánakvøldið, har Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentamálaráðnum og formaður í heiðursgávunevndini, bjóðaði vælkomin. Hóast Kringlan í Norðurlandahúsinum ikki var fullsett, var hampiliga fitt av fólki komið at heiðra teir báðar virðislønarmótakararnar. Uttan fyri fullu flykrurnar og løgdu sítt hvíta fon og spældi ferðsluni eitt puss, men inni var fjálgt, tá landið takkaði tveimum av sínum synum fyri avrikini.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Lógvabrestir frá standandi fjøld
 
Tónleikurin setti sín serstaka dám á kvøldið, og hesum syrgdi m.o. Tórshavnar Klavertrio, ið framførdi verk hjá Haydn og Brahms, fyri.
Harafturat spældi Nikolaos Kapnas “Færøsk Melodi med 10 Variationer For Bratch Solo” eftir William Heinesen, sum hevði fylt 107 ár hetta kvøldið, sonurin Zacharias fekk landsins størstu heiðursløn. Og tað var ikki sørt, at Nikolaos líktist tí eyðkenda spælimanninum hjá Williami, har hann stóð og legði lív og sál í framførsluna.
Hanus Kamban, rithøvundur, helt røðu um Jógvan Isaksen, og landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, handaði Jógvani Isaksen heiðursbrævið.
Jógvan Isaksen takkaði fyri heiðurin og nýtti eisini høvið til at gera gera vart við, at góðar bøkur koma út í Føroyum, og vísti á týdningin av, at fáa føroyskar bøkur útgivnar uttanlands.
- Hetta arbeiðið ger eingin fyri okkum, segði heiðursgávumóttakarin 2006.
Malan Marnersdóttir, professari í bókmentafrøði, helt røðu um Zacharias Heinesen, og mentamálaráðharrin handaði listamálaranum prógv um heiðurslønina og blómur.
Zacharias Heinesen segði seg vera fegnan um heiðurin og takkaði hjartaliga fyri. Síðani reistist fjøldin, og standandi fagnaði fjøldin honum við lógvabrestum.
 
 
 
 
 
-- -- -- -- -- -- -- -- -- --
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Grundgevingarnar
Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal tann, ið fær virðislønina, hava skapað listaligt lívsverk á høgum listaligum støði ella hava skapað eitt ella fleiri listalig avrik, ið gera, at viðkomandi hevur uppiborið henda heiður.
 
Nevndin, ið ger tilmæli til landsstýrismannin, sigur í síni grundgeving:
 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$“Mentanarvirðisløn Landsins verður latin Zachariasi Heinesen, fyrst og fremst fyri hansara framúr góðu listaverk og harumframt týdning hansara fyri myndlistina og menning hennara í Føroyum. Sagt verður um Zacharias Heinesen, at hann við síni sermerktu innliving í landslagið, sínum viðkvæmi í litunum og musikalsku strikum hevur verið við til at skapa ta mynd, sum er kend og elskað sum tann føroyska myndin. Zacharias Heinesen hevur ígjøgnum eina lívslanga listarliga tilgongd havt eina tráan eftir nýggjum avbjóðingum og margfeldi, men tað er kanska mest av øllum hansara heilt egna og djarva ekspressionistiska landslagsmynd, ið stendur sum ein varði eftir hann og sum eisini hevur kveikt listarliga neistan í mongum av okkara listafólkum. Zacharias Heinesen eigur ein týdningarmiklan part í føroyskari myndlistasøgu”
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Merkisvert arbeiðssemi
 
Heiðursgáva landsins verður latin einstaklingi, felagi ella fyritøku – t.d. bókaforlagi, tónlistaforlagi ella kóri – sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan týdning fyri føroyska list og/ella føroyska mentan og mentanarlív.
 
Nevndin sigur í grundgeving sínari:
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$“Heiðursgáva Landsins verður latin Jógvani Isaksen fyri hansara fjølvirkna leiklut á tí føroyska mentanarpallinum. Sum bókmentafrøðingur hevur Jógvan í greinum, bókum og monografiskum lýsingum av einstøkum høvundum varpað ljós bæði á ritverkið og serstakliga á føroyskar bókmentir í seinasta triðingi av 20. øld. Sum rithøvundur hevur hann, við teimum vælskrivaðu og vælflættaðu skaldsøgunum um Hannis Martinsson, givið Føroyum sess í krimiskorini í heimsins bókmentahaga. Og sum útgevari hevur hann sum fáur givið nýggjari føroyskum fagurbókmentum, í bundnum sum óbundnum máli, prentligan útveg. Hansara leiklutur, sum eisini fevnir um ritstjóraarbeiði, framflutning av føroyskum bókmentum uttanlands, krimibøkur fyri ung og bókmentir um list, er samanumtikið eyðkendur av nærlagni, gávumildi og merkisverdum arbeiðssemi”
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$-- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- --
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Áttanda Mentanarvirðislønin <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
 
Mentanarvirðisløn landsins hevur verið latin síðan 1998, og Heiðursgávan síðan 2001.
Sambært løgtingslóg frá maimánaði 2005 um stuðul til mentan og list hevur landsstýrismaðurin heimild <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$“at lata virðislønir av tí játtan, sum er til endamálið á løgtingsfíggjarlógini”. <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ 
Harafturat kann landsstýrismaðaurin <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$“lata lívslanga heiðursgávu, nevnd sømdargáva”, verður sagt í løgtingslógini.
Mentamálaráðið setur eina nevnd at gera tilmæli um Mentanarvirðisløn og Heiðursgávu landsins. LISA tilnevnir fýra nevndarlimir og Mentamálaráðið ein, ið er formaður.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Mentanarvirðisløn landsins 150.000 krónur
 
1998: Regin Dahl
1999: Jens Pauli Heinesen
2000: Ingálvur av Reyni
2001: Eyðun Johannessen
2002: Gunnar Hoydal
2003: Hanus Kamban
2004: - eingin virðisløn latin
2005: Tita Vinther
2006: Zacharias Heinesen
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Heiðursgáva landsins 75.000 krónur
 
2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
2002: Axel Torgarð
2003: Ólavur Hátún
2004: - eingin heiðursgáva latin
2005: Emil Juul Thomsen
2006: Jógvan Isaksen
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Serstakar heiðursgávur
 
Janus Kamban
Ebba Hentze
Jón Hilmar Magnússon