Í farnu viku segði Lasse Hjort Madsen frá Gallup Danmark, at tey á stovninum niðri gjørdu kanningar fyri politiskar flokkar, men at tey sjálvandi tryggjaðu sær, at spurningarnir ikki vóru villleiðandi ella kundu misskiljast.
Hetta varð sagt í samband við eina samrøðu við Ellind Egilstrøð, stjóran í Gallup Føroyum, eftir at røddir høvdu verið frammi og funnist at Gallup, og sett spurnartekin við trúvirði hjá stovinum.
Sambært stjóranum sjálvum, so hevur Gallup Føroyar ikki selt sítt trúvirði. Men hann ásannaði tó, at Tjóðveldisflokkurin hevði tulkað okkurt av svarunum í spurningunum í so leystliga, uttan tó at siga, hvørt hetta fór at fáa avleiðingar fyri Tjóðveldisflokkin.
Ellindur Egilstrøð segði tá, at Tjóðveldisflokkurin hevði biðið um eina kanning frá teimum, og so fekk hann tað, hann hevði biðið um.
Hesum er samfelagsfrøðingurin, Bogi Eliasen, eisini inni á, tá hann sigur, at talan er um eina vøru, sum goldið verður fyri. Kortini eru tingini ikki heilt so einkul í hansara hugaheimi, og reisir hann spurningin um gjøgnumskygni.
- Tað er onki forgjørt í at biðja um eina kanning sum hesa, og her er talan um eina goldna vøru.
- Men vit kunnu sjálvandi reisa spurningin um gjøgnumskygni, tí vit kenna ikki alla kanningina, allar spurningarnar og allar niðurstøðurnar, og tað hevði sjálvandi verið ynskiligt, um nú Gallup ella Tjóðveldisflokkurin legði alt út kring kanningina, og at bakgrundsrapportin var tøk, sigur Bogi Eliasen, men vísir samstundis á, at tað ikki er nakað vit kunnu áleggja hvørki Gallup ella Tjóðveldisflokkinum.
Veljarakanningar altíð ótryggar
Í samrøðuni við Sosialin í farnu viku, vísti Ellindur Egilstrøð á, at veljarakanningin var gjørd eftir tí leisti allar veljarakanningar verða gjørdar eftir, og restin av kanningini vóru spurningar, sum Tjóðveldisflokkurin hevði sett, og sum Gallup Føroyar so hevði góðtikið og spurt.
Tað er ongin loyna, at veljarakanningar altíð eru ótryggar, og taka vit veljarakanningina sum Fynd gjørdi áðrenn seinasta løgtingsval, so gav hon Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum næstan einsamallan meiriluta, men soleiðis sá tað ikki út, tá valið var av.
Hetta sigur Bogi Eliasen, og vísir hann eisini á, at veljarakanningin er gjørd eftir einum føstum frymli hjá Gallup, so har ber illa til at seta nakað serligt spurnartekin við tann partin av kanningini.
Ikki óvanligt aðrastaðni
Tað er heldur ikki har, at atfinningarnar hava verið. Atfinningarnar hava verið tær, at Gallup hevur gjørt eina kanning (ikki veljarakanning) fyri Tjóðveldisflokkin, lati hann orða spurningarnar og síðani hevur Tjóðveldisflokkurin brúkt navnið hjá Gallup, so hvørt teir hava kunngjørt úrslit úr kanningini.
- Sjálvandi eigur man at ansa sær, at spurningarnir eru rímiliga orðaðir, og tað hevur Gallup helst eisini gjørt í hesum førinum. Spurningarnir hava teir sett fyri at fáa eina vitan, og tá spurningarnir eru orðaðir sum teir eru, so fær Tjóðveldisflokkurin vitanina sum hann vil hava hana, greiðir Bogi Elisen frá.
Bogi Eliasen vísir annars á, at tað er púra vanligt, at politiskir flokkar biðja um meiningarkanningar frá stovnum og fyritøkum, og síðani brúka tað sum part í politiska stríðnum.
- Tað er púra vanligt aðrastaðni, og tað er ein partur av professionellum politikki, sigur hann, og nevnir USA sum eitt klokkuklárt dømi um, at politikkurin verður stýrdur út frá veljarakanningum.
Føroyar í steinøldini
Hetta er helst størsti trupulleikin við kanningini, um vit kunnu kalla tað so, sambært Boga Eliasen.
- Tá tað kemur til kanningar og politik eru Føroyar í steinøldini, og eg haldi, at tað er fínt at vit ikki hava verið yvirkoyrd av ymsym kanningum. Í politikki snýr tað seg um at vinna miðjuna, og tí eru veljarakanningar so nógv brúktar í politikki aðrastaðni.
- Nú fáa vit so eina kanning av sama slag, sum næstan dagliga eru at síggja aðrastaðni, og tá tað er púra óvanligt í Føroyum, er tað helst fremsta orsøkin til, at hon hevur vakt so stóran ans, sigur Bogi Eliasen, sum ásannar, at Tjóðveldisflokkurin hevur dugað væl at latið bitar av kanningini út so líðandi, tí soleiðis hava teir fylgt ein ávísan part av tíðindaflutninginum í tí vikuni.
Bogi Eliasen undrast heldur ikki yvir, at røddir hava verið frammi og funnist at kanningini.
- Tað er einaferð soleiðis, at tú spyrt um tað, tær hóskar best, og sjálvandi hevur politiski mótparturin eina heilt aðra meining um, hvussu tað átti at verið spurt, sigur Bogi Eliasen, sum eisini vísir á, at tað als ikki er óvanligt, at tveir politikarar komu tvær heilt ymsar niðurstøður av einum og sama fundi.
- Men vit høvdu sloppið einum parti av ivamálunum og atfinningunum av kanningum sum hesum til lívs, um bakgrundsrapportin varð kunngjørd, sigur Bogi Eliasen at enda, sum skemtandi heldur fyri, at politisku Føroyar nú kanska hava flutt seg inn í hagtalsliga heimin.