Sløk 25 prosentir av heimsins ótroyttu olju- og gasskeldum eru at finna í arktiska økinum, og við vaksandi rávøruprísum kring allan heim hevur einki land ráð til at hyggja burtur frá økinum, eru boðini frá eygleiðarum. Millum annað snýr stríðið seg um, hvør skal hava ræðið á sjálvari framleiðsluni umframt áseta prísin av møguligari olju og gassframleiðslu. Alt kjakið um Arktis, bráðnandi ísin og áhugamálini í økinum byggir sostatt á verulig stórpolitisk og búskaparlig egin áhugamál.
Kinserarar teljast millum tey stórveldi, ið sýna økinum alstóran áhuga. Og seinastu tíðina hava fleiri royndir verið gjørdar spakuliga at keypa seg inn í Grønland, umframt at søkja fullan limaskap í arktiska ráðnum, sum í dag telir átta limalond við landaøki inni í arktiska sirklinum. Fyri Kina er Arktis umráðandi, tí landið hevur ein nærum ómettandi tørv á rávørum við sínum 1,3 milliardum íbúgvum og ekspansiva handilspolitikki.
Men tá Føroyar eru ein nátúrligur partur av leiðini til Arktis, kunnu tær ikki bíða á síðulinjuni longur. Og skulu Føroyar fáa nakrar búskaparligar fyrimunir, er alneyðugt at fremja ítøkilig stig til at fyrireika Føroyar at taka ímóti øllum tí avleidda virkseminum, ið kann væntast í økinum. Hetta var boðskapurin á verkstovu í Norðurlandahúsinum, sum uttanríkistænastan skipaði fyri fyrr í vikuni. Á verkstovuni vóru umboð fyri tað almenna, vinnuna og arktisku serfrøðina. Verkstovan var liður í arbeiðinum hjá einum strategiskum arbeiðsbólki, ið skal undir at greina føroysku avbjóðingarnar og møguleikarnar í Arktis.
Vinnulívið má samstarva
Arktiska økið bjóðar føroyskum vinnuaktørum stórar møguleikar. Umframt leitan eftir rávørum í undirgrundini, bera broyttu náttúrufortreytirnar við smeltandi ísi og broyttum hita við sær heilt nýggjar flutningsleiðir, har Føroyar kunnu gera vart við seg sum veitari av vørum og tænastum. Talan kann vera um alt frá bunkring og provianti til mekaniska afturgerð av skipum ið sigla framvið Føroyar. Umframt supply koma ferðavinnutænastur, ið bæði kunnu flyta fólk og taka ímóti fólki. Og á ferðavinnuøkinum er grundarlagið fyri meiri virksemið til staðar, tí í verandi løtu standa nógv hotellir hálvtóm um veturin og nógvir hálvtómir flúgvarar lætta sær í vágunum. Hesi vóru nøkur av boðunum frá vinnulívinum á verkstovuni.
Men føroyska vinnulívið er ikki búgvið til at taka ímóti stórum avleiddum virksemið í arktiska økinum í løtuni. Tvørturímóti kappast føroyskir vinnuaktørar sínamillum um hvønn møguleika sum kemur um føroyskan keikant, heldur enn at standa saman, var kritiski boðskapurin frá umboðum úr føroysku supplyvinnuni. Umboðini hildu fyri, at loysnin er ein sonevnd vinnulig paraply organisatión, ið skal umboða allar áhugaðar føroyskar vinnuaktørar, tá boð verða eftir føroyskum vørum og tænastum. Eggja var til samstarv frammum kapping, tí Føroyar eru so smáar var ført fram.
Paraplyorganisatiónin skal veita ein felags platform, ið kann veita skjótasta og bestu loysnina til einhvønn fyrispurning, sum kemur inn. Talan skal vera um eina sonevnda ”one stop” loysn, har kundin bert nýtist at ringja til eitt nummar, ið síðani samskipar allar undirveitarar av vørum og tænastum. Í hesum sambandi verður sum heild neyðugt at menna eitt føroyskt sølulið, ið aktivt kann umboða vinnuna í økinum.
Men verkstovan eftirlýsti eisini politiskan vilja. Skulu Føroyar gera sær vónir um at fáa ein lítlan part av eini ovurhondsstórari búskaparligari køku, er neyðugt at gerast sjónligur í Grønlandi. Og Ísland er møgulig fyrimynd á økinum, tí landið hevur ætlanir um at opna eina serliga íslendska umboðan í Grønlandi. Og ein møgulig føroysk umboðan kundi virka sum tættur millumliður millum føroyskt vinnulív og almennar myndugleikar. Á verkstovuni førdu fleiri fram, at einasti veruligi vegurin til føroyska ávirkan var ígjøgnum tætt samstarv við Grønland. Og her skuldu møguleikarnir verið góðir orsaka av søguliga sambandinum millum londini í felagsríkisfelagskapi.
Útbúgving tryggjar kappingarførið
Føroyar skulu eisini útbúgva fólk til kappingina um virksemið í Arktis, helt fyrilestrahaldarin Rasmus G. Bertelsen fyri á verkstovuni í Norðurlandahúsinum. Sjálvur granskar hann í altjóða politikki á Arktiska Deplinum á Aalborg Universiteti í Danmark. Tí sum lítil aktørur í ovurhondsstórari kapping, eru vitanarførleikarnar av stórum týdningi skulu vit gera okkum vónir um, ikki at vera rend um koll av stórum aktørum.
Talan kundi serliga verið um útbúgvingar innanfyri shipping, organisatión og samskipan. Harumframt er, sambært honum, alneyðugt at Føroyar fyrireika seg til, at enn fleiri arbeiða uttanlands og hava bústað í Føroyum. Føroyar kunnu fáa stórar fyrimunir við at byggja sær eitt stórt netverk uttanlands, eins og Ísland hevur, helt hann fyri. Tí er neyðugt at skapa neyðuga dynamikkin, soleiðis at hetta letir seg gera.
Í verandi løtu hava Føroyar Vinnuháskúlan, ið kundi verið ein nátúrligur miðdepil til útbúgvingar ið verða eftirspurdar tá verulig gongd kemur á virksemið í Arktis. Í løtuni framleiðir vinnuháskúlin nógvar kandidatar til størv ið eru knýtt at oljuvinnuni, so lopið til útbúgvingar innan shipping, tænastu og organisatión er ikki so langt.
Ísakaldur stórpolitikkur?
Føroyar eiga at troyta allar møguleikar, men samstundis stendur greitt, at stór lond og alskyns multinationalar fyritøkur ætla sær ein rættuligan bita av køkuni. Og tey leggja nógv fyri. Terry Macalister, orkuritstjóri á enska blaðnum The Guardian, vísti í einum sjónvarpskjaki á, at hóast altjóða samráðingar um økið alment fara fram í sámiligum og vinsælum tóna, er politiski retorikkurin ofta nógv meiri áleypandi í heimlondunum tá umheimurin ikki rættuliga hevur eyguni opin. Arktis er nevnliga eitt gott høvið hjá politikarum at tekkjast veljarum.
Á heimafrontinum verður tí nógv tosað um at staðfesta sín suverenitet og áhugamál í økinum uttan at tosað verður ov harðliga um hetta í altjóða samanhangum. Hetta fer fram samstundis, sum at nationalar fyritøkur í stórum keypa aðrar aktørar inn undir seg.
Og hóast lond brúka nógva retoriska orku uppá at tosa um bleyt virðir, sum t.d. umhvørvisárin- og verju í økinum, snýr kjakið seg í seinasta enda um stórar nøgdir av pengum. Tí olja hevur, søguliga sæð, altíð elvt til nógv stríð, er boðskapurin frá Terry Macalister, ið sær fyri sær eitt rættuligt ”kalt kríggj” í økinum. Hann mælir til, eins og aðrar kritiskar røddir gera, at hyggja afturum vinarliga diplomatiska tónan.
Men hesa heldur pessimistisku tulking av serstøku støðuni vilja øll ikki taka undir við. Tí arktiska økið er regulera undir altjóða havrættarsáttmálanum, tí talan er um havøkið, ikki landaøkið. Og hóast londini við landamørkum, ið eru partar av arktiska økinum, seta ymisk krøv fram um ræðisrætt - so er karmurin fyri sámiligum og rættvísandi samráðingum greiður, nevnliga ST havrættarsáttmálin.
Stjórin á danska forsvarsakademinum Nils Christian Wang, hevur harnæst alment víst á, at øll lond hava áhuga fyri friði og sóma í Arktis. Frágreiðingin er, sambært honum, einføld: Arktiska økið er ógvuliga trupult at sleppa til. Fortreytirnar fyri virkseminum har eru harðar og krevja ógvusligar íløgur, ið bert kunnu koma til sín rætt ígjøgnum samstarv millum lond. Men hann hevur lagt afturat, at Danmark heldur vakið eyga við møguligum mótstríðandi áhugamálum millum Danmark og Grønland, eitt nú um serstakar jarðarartir. Og sum hann málber seg, so er grundleggjandi uppgávan hjá donsku verjuni, at tryggja danska sjálvræðið í grønlendska økinum.