Føroyar kunnu enda í mannarættindadómstólinum

Kendur danskur løgfrøðingur og Amnesty International finnast hvassliga at avgerðini hjá Føroya Løgtingið um at vraka uppskotið um at lógin um at gera mismum á fólki, eisini verður galdandi fyri kynsliga sannføring

Ritzau skrivaði sunnukvøldið, at Føroyar kunnu enda í evropeiska mannarættindadómstólinum í Strasbourg. Tað er avgerðin hjá Føroya Løgtingi um at vraka uppskotið um, at lógin um at gera mismun, eisini skal vera galdandi fyri kynsliga sannføring, ið hevur sett Føroyar í hesa óhepnu støðu.

Formaðurin í danska rættarpolitiska felagskapinum, løgfrøðingurin Bjørn Elmquist heitir á fólk, ið hava verið fyri mismuni, um at melda málini og royna tey í føroysku dómstólinum. Um tey ikki fáa viðhald, kunnu tey fara til evropeiska mannarættindadómstólin í Strasbourg. Bjørn Elmquist er ikki í iva um, at tey fáa viðhald har.

Aðalskrivarin í donsku deildini av Amnesty International Lars Norman Jørgensen, boðar somuleiðis frá, at løgtingið fer at fáa eina reaktión frá Amnesty. Hann sigur við Ritzau "Fyri okkum er tað grunnleggjandi, at fólk ikki verða happaði, hvørki orsakað av rasu, etniskum tilknýti, átrúna, kynsligari sannføring ella øðrum. Mismunur er nakað av tí, ið vit fáast mest við í Amnesty í Evropa. Og tað er greitt, at hetta er eitt mál, har vit noyðast at reagera."

Flest øll donsk bløð og miðlar bera í kvøld søguna um keðiligu støðuna Føroya løgting hevur sett Føroyar í.

Málið um forboð ímóti at gera mun á fólki vegna kynsliga sannføring fall í løgtinginum, tá málið kom fyri aðru viðgerð. Tá atkvøtt varð, fall málið við 20 atkvøðum ímóti og 12 fyri.