Føroyar limaskap í altjóða blóðgevarafelagsskapinum

Herfyri fingu Føroyar sjálvstøðugan limaskap í altjóða blóðgevarafelagsskapinum FIODS. Føroyska umboðið Ólavur Samson gjørdist í hesum sambandi forseti fyri føroyskar blóðgevarar í altjóða høpi


Næstseinasta leygardag hittust 150 umboð úr 25 ymsum londum á 50. ráðstevnuni hjá blóðgevarafelagsskapurin FIODS í París. Á skránni var millum annað upptøka av nýggjum londum í felagsskapinum. Eftir atkvøðugreiðsluna var greitt, at Føroyar nú hava sjálvstøðugan limaskap í altjóða felagsskapinum
Kunnaði um Føroyar
Ólavur Samson úr Klaksvík umboðaði Føroyar á altjóða ráðstevnuni. Hann fegnast um sjálvstøðuga limaskapin, sum millum annað gevur Føroyum atkvøðurætt á árligu ráðstevnunum hjá FIODS. Á hendan hátt kunnu Føroyar nú eisini gera seg galdandi, tá kósin hjá felagsskapinum skal stingast út í kortið. Millum annað var føroyska umboðið við til at velja danan Niels Mikkelsen til nýggjan aðalskrivara í FIODS. Hetta fer uttan iva at hava við sær, at FIODS fer at hava ein munandi meir globalan hugburð í sínum arbeiði, enn higartil, væntar Ólavur Samson.
Í sambandi við atkvøðugreiðsluna um føroyska limaskapin hevði Ólavur tikið nakað av kunnandi tilfari um Føroyar við sær, sum hann býtti út millum luttakarnar. Hesi vistu lítið og onki um Føroyar frammanundan, men og sýndu tilfarinum sera stóran áhuga, sigur Ólavur.
Umframt atkvøðurætt og innbjóðingar til tiltøk og ráðstevnur, merkir limaskapurin, at føroysku blóðgevarafeløgini væntast at gera sítt til fyri at kunna um blóðsakina og fáa nýggjar limir. Trý blóðgevarafeløg eru í Føroyum, í Klaksvík, Havn og Suðuroy, og hava tey umleið 1500 limir tilsamans.
Ólavur dylir ikki yvir, at tað verið ynskiligt, um limatalið í Føroyum varð tví- ella trýfaldað fyri at tryggja, at sjúkrahúsini altíð hava so nógvar blóððflokkar, sum til ber, niðurfyri í teimum trimum blóðbankunum. Tað eru serliga tey við eini óvanligari blóðtypu, sum kunnu fáa ein avgerandi leiklut í eini bráfeingis støðu, men øll sum lata blóð gera sínum medmeinniskjum eina sera stóra tænastu.
Blóðgevar kunnu bjarga mannalívum
- At vera blóðgevi er ein sjálvboðin tænasta. Tú fært onki afturfyri annað enn eitt prik við nálini, men harvið kanst tú verða við til at bjarga mannalívum. Hugsar tú um, hvussu ómetaliga týdningarmikil leikluturin hjá einum blóðgeva kann gerast, er hetta ein tænasta, ið krevur óvanliga lítið av tær, um vit samanbera við annað sjálvboðið arbeiði, sigur Ólavur. 
Ólavur greiðir frá, at hetta at vera blóðgevi í stóran mun tykist vera nakað, sum gongur í arv í ávísum familjum. Pápi hansara var blóðgevi, og tað var mest sum ein sjálvfylgja, at Ólavur og beiggjarnir eisini gjørdust blóðgevar. Har onnur í familjuni ikki eru blóðgevarar, tykist tað heldur tungt at vekja áhugan hjá serliga teimum ungu fyri blóðsakini.
- Tað er harmiligt, tí tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at vit hava blóðbankar. Onkur letur jú blóðið, og tí áttu vit øll at spurt okkum sjálvi, hvar blóðið skal koma frá, um vit sjálvi fáa brúk fyri tí, sigur Ólavur. Hann leggur afturat, at feløgini fyri føroyskar blóðgevar í løtuni eru í ferð við at gera ein film, sum skal kunna um tað at vera blóðgevi.
Einastu krøvini fyri at gerast blóðgevi eru, at tú er millum 18 og 65 ár og annars ert frískur og ikki tekur heilivág. Leggjast kann afturat, at tað uppá fleiri mátar er sera gott fyri heilsuna at lata blóð, tí hetta hvørja ferð stimbrar framleiðsluna av nýggjum blóði.