Føroyar móti Danmark

Liðini:

Føroyar: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin.

Danmark: Eitt samlað Fólkating, øll tann danska pressan, tann føroyska ?avdeilingin? av danska Sosialdemokratíinum, Sambandsflokkurin, Dimmalætting og Sosialurin.

So er gongd komin á samráðinganar um Fullveldið Føroyar, og ikki kann sigast annað enn, at mótstøðan móti okkum er hørð. Danska stjórnin hevur lagt upp til grótharðar samráðingar, men tað er ikki í Danmark, at mótstøðan er harðast. Okkara størsti fíggindi eru vit sjálv ella tann parturin av andstøðuni, sum umboðar afturhaldskreftirnar í Føroyum, nevniliga føroyska ?avdeildingin? av tí danska Sosialdemokratíinum og Sambandsflokkurin. Høvdingarnir í hesum flokkum sótu báðir so himmalska glaðir í útvarpinum, tá teir frættu, at danir ikki vilja sleppa okkum og einans ætla at geva okkum eina skiftistíð uppá 3 ? 4 ár. Teir søgdu enntá, at teir hildu, at samgongan átti at gevast við samráðingunum beinanvegin. Hetta síðsta vísir bara, at teir eru fullkomiliga óegnaðir at fara niður at umboða Føroyar, tí teir høvdu bara sagt ja og amen til alt, sum Nyrup segði, stungið í sekkin og farið heim. Løgið at Eidesgaard ikki vildi síggja Nyrup fyri tveimum árum síðani. Helst var tað bara spæl fyri gallaríinum og veljarunum.


Søgan endurtekur seg

Søgan endurtekur seg, verður ofta sagt, og tað ger hon í so ríkiligt mát nú um dagarnar. Tann sami rotinskapurin, sum varð brúktur móti Sjálvstýrislandstýrinum 1963 - 67, verður nú brúktur aftur. Tað er nevniliga fyri langari tíð síðan avtalað, millum ta føroysku ?avdeilingina? av donsku sosialdemokratíinum og móðurflokkin á Fólkatingi, at hetta landsstýrið ikki skal náa nakað á sjálvstýrisleið. Harra Eidesgaard roynir at siga, at hann einki veit. Men tey, sum trúgva hesum, mugu antin hava etið bláseym ella bara vera vanliga naivir javnaðarmenn, sum einans ynskja brøðralag við aðrar javnaðarmenn.


Hvat skal

samgongan gera nú?

Tað fyrsta teir mugu gera, er at steðga royndini at fáa ta donsku ?avdeilingina? av tí danska Sosialdemokratíinum við í Fullveldisgongdina. Teir koma jú ikki við, um so vit fáa eina skiftistíð upp á 1000 ár. Teir vita, sum er, at uttan blokkin, so er ómøguligt at keypa atkvøður við at blaka pening í eystur og vestur og harvið binda okkum tættari at Danmark, so teir framhaldandi kunnu súgva boppuna hjá tí danska móðurflokkinum. Tað er bara at hyggja at øllum uppskotum, sum tingmenn floksins hava lagt fyri tingið tað seinasta árið, og so taka roknimaskinuna og plussa tølini, so sæst eitt stórt reytt tal í botninum.


Skjótast gjørligt

Eini ráð til Høgna, Annfinn, Helenu og hini. Haldið áfram í góðum treysti og loysið okkum úr tí danska haftinum, og gerið tað so skjótast gjørligt, best um tað var í morgin. Tað gerst ikki við, um tað kostar eitt sindur, tí tað verður ongantíð dýrari enn prísurin, vit gjalda fyri tann rotinskapin, sum er í brøðralagnum millum danska Sosialdemokratíið og teirra føroyska grenjikór, við Eidisgaard, Strøm og Magnussen, sum høvuðssangarum. Latið teir bara syngja gravarsálmar um neyð og vesaladóm.


Hetta er okkara land

Vit vita, at føroyingar eru eitt stolt fólkaslag, sum ynskir at ráða sær sjálvum. Vit vita, at vit hava eitt stórt virði, og tað vita danskir politikkarar eisini. Teir einastu, sum ikki vita, hvat virði okkara vøkru oyggjar hava, eru føroyska ?avdeilingin? av danska sosialdemokratíinum og tann altíð svarti Sambandsflokkurin.

Ongantíð fyrr hevur tað verið so greitt sum nú, at vit hava brúk fyri eini uppgerð við Danmark.

Nú vilja vit eiga okkara land.


19. mars 2000

Rói Joensen

Limur í Unga Tjóðveldinum