- Skulu vit hugsa um at menna okkara útflutning, er tað ein avgerðandi forteyt, at vit fáa ein ordiligan altjóða flogvøll í Føroyum,
Tað heldur Frímund Hansen, stjóri í Vestlax og Vestsalmon, sum er størsti útflytari av laksi og síli í Føroyum.
Í valstríðnum upp undir løgtingsvalið, var rættiliga nógv gjørt burtur úr flogvøllarviðurskiftunum og í hesum sambandi varð ferð eftir ferð víst á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri føroyska samfelagið, at vit fáa ein ordiligan, altjóða flogvøll, sum er í øllum førum væl yvir tveir kilometrar til longdar.
Og tað vóru fleiri politikarar og vinnulívsfólk, sum staðfestu, at hetta mátti verða fremsta uppgávan hjá nývalda Løgtinginum og at ein altjóða flogvøllur mátti vera tað málið, sum verður raðfest fremst av øllum.
Men nú er valið og nú hoyrdist heldur ikki eitt kis aftur um altjóða flogvøll.
Alt ov lítið at byggja á
Frímund Hansen er ein av vinnulívsfólkunum, sum heldur, at tað hevur heilt avgerandi týdning, at vit fáa ein altjóða flogvøll í Føroyum, so honum dámar onki, at flogvallarprátið nú er fánað burtur aftur.
Hann sigur, at sum flutningsmøguleikarnir ímillum Føroyar og umheimin eru nú, hava vit ov lítið at byggja á.
- Tað er heilt greitt, at gott samskifti við umheimin hevur alt at týða og tí verður tað helst okkara stórsta avbjóðing hesi næstu á næstu árini at byggja nýggjan flogvøll.
Hann sigur, at sum útbjóðari av einari luksus matvøru. Hava teir størstan áhuga í einum størri flogvølli.
- Í løtuni er støðan tann, at vit hava ongan sum helst møguleika at bjóða okkum fram á hesum øki.
Hann sigur, at sum støðan er nú, senda tey fiskin fyrst við skipi niður á meginlandi og síðani við flogfari út í heim.
- Tað er ein sera trupul máti at arbeiða upp á og hartil er tað dýrt, bæði við sjó- og flogfsrakt.
Frímund Hansen sigur, at tá ið tunfiskur varð fiskaður undir Føroyum, stóðu tey á Vestlax og Vestsalmon fyri næstan allari søluni.
- Tað varð gjørt soleiðis at skipini fóru inn í Skotlandi, og síðani varð tunfiskurin flogin úr London til Tokyo. Men av tí at avreitt varð í Skotlandi, roknaðu japanarar tunfiskurin sum skotskan. Um vit mistu so nógv at tí, veit eg ikki. Men tað er stórt image í at selja tunfisk í Japan og tað dregur aðra sølu við sær.
- Tað mistu vit so, sigur Frímund Hansen
Hann vísir eisini á, at norðmenn hava í mong ár sent feskan ísaðan laks til fjareysturs við flogfari. Hetta hevur mest verið til Japans og til endamálið hava teir brúkt flutningsflogfør hjá russiska herinum.
- Men tí møguleikanum eru vit eisini avskorin frá, sum flogvallarviðurskiftini eru.
Hann staðfestir somuleiðis, at íslendingar senda dagliga feskan fisk við flogfari til eysturstrond Ameriku, men til marknaðirnar á leiðunum við Washington og New York .
- Tá ið fiskurin er daggamal, kann hann saktans flytast yvir ókruvdur við høvdi. At fáa ein spillfeskan fisk við øllum í, er serligt lystimeti, ið nógv verður goldið fyri. Heldur ikki hesum kunnu vit verða við í, sum umstøðurnar eru nús.
Stjórin á Vestlaxi og Vestsalmon sigur, at ein ynskidreymur hjá teimum er senda fesk síl og feskan laks til Ameriku dagliga.
- Her hava vit ein serligan fyrimun fram um norðmenn, tí Norðmenn skulu gjalda 20% í tolsl av útflutningi til USA.
- Vit hava ongan tol, men vit hava ikki flutningsmøguleikan til tað, leggur hann afturat.
Kann bara verða betri
Frímund Hansen leggur afturat, at hugsa vit um tey plássini, har okkara fiskur skal etast, liggja Føroyar ikki serliga væl fyri.
- Vit hava eina ella tvær fráferðir um vikuna og tað ger, at vit mugu savna fiskin saman og kunnu ikki senda av landinum, fyrrenn fult er, samstundis sum um okkara kappingarneytar kunnu fóðra marknaðin dagliga.
- Tann nærleikan hava vit ikki. Vit fáa kanska ongantíð sama títtleika sum teir, men tað kann bara verða betri.
Hann sigur, at sjálvandi er tað avbera tórført, at siga, hvussu væl tað hevði loyst seg fyri útflutningsvirðið, at fingið ein størri flogvøll.
- Men tað verður ikki frá fyrsta degi, at vit síggja úrslitið. Tað er ein long tilgongd, sum skal arbeiðast upp. Men so leingi, vit ikki hava møguleikan, gera vit onki við tað, men fyrihalda okkum til tann veruleika, vit arbeiða undir.- Sum støðan er nú, fáa vit okkara fisk á marknaðin einaferð um vikuna og tað er alt ov lítið at byggja upp á.
- Men fáa vit betri flutningsmøguleikar, eiga eisini betri sølumøguleikar at vísa seg, sigur Frímund Hansen.
Vit ímóti verðini
- Vit brúka alt ov nógva orku upp á negativa kapping millum tey ymsu økini í Føroyum. Okkara veruliga avbjóðing liggur burturi í heimi. Tað snýr seg stutt sagt um okkum og verðina, skulu vit yvirliva.
- Tað sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestlax og Vestsalmon, sum er okkara størsta alifyritøka
Men hann staðfestir, at okkara størsti trupulleiki er, at okkara flutningsmøguleikar út í heim eru alt ov avmarkaðir.
Tí heldur hann, at tað er alt avgerðandi, at vit fáa ein nýggjan flogvøll í Føroyum.
- Tað er ein ein av okkara størstu avbjóðingum tey næstu árini, sigur hann
Hann staðfestir, at tað er einki so avgerðandi fyri framtíðar Føroyar sum eitt gott og trygt samskifti við umheimin og hetta eigur ikki at koma í drag, men at gerast skjótt.
Hann veit, at nógv spyrja um vit hava ráð.
Men hann spyr afturímóti um vit hava ráð at lata vera.
Sjálvur heldur hann, at tað er neyðugt við einum flogvølli, sum tryggjar so høgan regularitet sum gjørligt. Verður tað so neyðugt við tveimum vøllum, so má tað vera so
- Tað er alt ov ótrygt at noyðast at fara tann langa vegin aftur til Bergen ella aðrastaðir, tá ið tað tað onkusvegna ikki er lendandi í Vágum.
Hann sigur eisini, at vit eiga eisini at gera okkum ómak at finna besta hugsandi plássið í Føroyum til ein nýggjan flogvøll og vit mugu á ongan hátt tengja lokal áhugamál upp í ein slíka avgerð.
- Vit mugu sleppa undan allari teirri negativu kappingini, vit í dag hava ímillum tey ymisku økini í Føroyum. Okkara veruliga avbjóðing liggur burturi í heimi.
Hugsa stórt
Hann leggur afturat, at tá ið vit tosað um nýggjan flogvøll í Føroyum, er tað neyðugt hugsa stórt og tað er at hugsa skilagott.
- Tá ið vit skulu hugsa um ein nýggjan flogvøll, eiga vit fyrst og fremst at hugsa um regularitet og kenskan av tryggleika skal vera í hásæti.
- Vit mugu eisini hugsa um longdina, tí vøllurin má kunna taka stór farmaflogfør.
Hinvegin heldur hann ikki, at tað hevur nakran sum helst týdning, um vøllurin er 10 ella 25 kilometrar úr Havnini, ella um hann er longri burtur. Føroyar eru ikki størri enn so, enn har tað er landafast, er ongastaðni langt at fara.
- Í einum nýmótans samfelagi gerst flúgving og flogvinna alsamt týdningarmiklari fyri búskapin. Flytiføri vísir seg at vera avgerandi fyri menningina og ikki minst er tað avgerandi fyri viljan og hugin hjá fólki at støðast í Føroyum.
- Tí kann flúgving til og úr Føroyum vísa seg at vera týdningarmiklasta fortreytin hjá virkjum og einstaklingum at liva og virka her á landi.
- Kunnu vit ikki bjóða vinnu og einstaklingum javnbjóðis og helst betur umstøður at virka og liva í Føroyum, hvussu kunnu vit so vænta, at virkisfús, vælútbúgving hugsjónarfólk vilja støðast her, spyr Frímund Hansen.
Blokkurin brúkast til samferðslu
Frímund Hansen hevur eisini eitt uppskot um, hvussu ein nýggjur flogvøllur skal fíggjast.
Tað heldur hann, at vit eiga at brúka ríkisveitingina til.
- So leingi, vit fáa ríkisveitingina úr Danmark, eiga vit at brúka hann til nakað skilagott.
Og hann dugir valla at síggja nakra skilabetri at brúka blokkin til, enn at brúka hann til ein nbýggjan flogvøll í Føroyum
- Eg haldi, at so leingi vit fáa ríkisveitingina úr Danmark, eigur honat verða brúkt til íløgur í infrakervið og í samskiftið við umheimin, sigur hann0
Og á hesum øki heldur hann, at tað mest átrokandi málið at loysa, er at gera ein stóran flogvøll í Føroyum.
Tí heldur hann, at Løgtingið átti at funnið ein politiska semju, tvørtur um floksmørk um at brúka ríkisveitingina til at byggja samferðslukervið út við, heldur enn at brúka hana til beinleiðis rakstur.
- Og í hesum sambandi hevði eg raðfest ein altjóða flogvøll fremst av øllum, leggur hann afturat.
Úr 100 upp í 300 milliónir
Vestlax og Vestsalmon eru ávíkavist móður- og dótturfeløg. Feløgini klekja rogn og framleiða smolt og smásíl. Tey ala laks og síl á sjónum ymsa staðni í Føroyum og tey taka og hagreiða bæði sín egna fisk og fyri onnur.
Á søludeildini marknaðarføra og selja tey sín egna fisk og selja fisk fyri onnur. Umleið 110 fólk arbeiða hjá Vestlax og Vestsalmon
Í 2006 seldu feløgini bæði fyri fyri 100 milliónir krónur, í fjør seldu tey fyri 200 milliónir og í ár er ætlanin at selja fyri 300 milliónir.
Sostatt er talan um stóran vøkstur.
Marknaðirnir eru í høvuðsheitum Fjareystur, mest Japan, Russland og Ongland.
Hvønn einasta morgun, seks dagar um vikuna, leggur brunnbáturin hjá felagnum at við bryggju við virkið í Kollafirði við 50 til 60 tonsum av laksi ella sílum, sum síðani verða virkað og send út í stóru verð.
Sum dømi kann nevnast, at hvørja viku levera tey tveir ella tríggjar bilar við 35-50 tonsum av feskum laksi og ella síli til fiskamarknaðin í Moskva.
-Sostatt er tað greitt, at fyri okkum hevur eitt gott samskiftið út í heim, alt at siga, sigur Frímund Hansen, stjóri.
MYNDATEKSTUR:
- Vit eru avskornir frá nógvum møguleikum av tí at vit ikki hava ein flogvøll, sum er nógv størri enn tann, sum er, sigur Frímund Hansen, sum er stjóri á okkara størstu alifyritøku. Tí heldur hann, at spurningurin um ein nýggjan flogvøll eigur at vera tað málið, sum eigur at fáa fremstu raðfesting tey næstu árini