- Eg haldi, vit mangla ein liberalan flokk í Føroyum, tí tað hava vit yvirhøvur ikki uppá nakran máta í núverandi løtu.
Soleiðis sigur Hjalmar Zachariassen, sum er nýggja valevnið hjá “Framtakinum fyri at velja kannabis”. Limirnir í nýggja flokkinum handaðu í dag undirskriftirnar, sum eru neyðugar fyri at stilla upp til komandi løgtingsval, til Innlendismálaráðið. Tá varð avdúkað, at Hjalmar Zachariassen verður eitt av valevnunum.
Hjalmar Zachariassen gjørdi annars sjálvur eina roynd at stovna Føroyaflokkin, sum serliga arbeiddi fyri at fáa tunnil gjørdan norður um fjall. Hann kastaði handklæðið í ringin fyrradagin, tí tað var ov drúgt at gera hetta einsamallur, og nú hevur hann meldað seg í kannabisflokkin. Nýggja valevnið metir seg vera eitt gott íkast til flokkin til valstríðið.
- Eg klári væl at fáa teirra sak upp í tað, sum eg standi fyri og stóð fyri í Føroyaflokkinum, og eg kann geva flokkinum politikk. Tað er nokkso torført bara at fokusera uppá eitt mál, sum er kannabis, so vit vilja fegnir kjakast um aðrar spurningar eisini. Í politikki verður mann útsettur fyri at svara uppá alt møguligt. Vit skulu hava eitt greitt svar uppá teir flestu spurningarnar; um ikki allar, sigur Hjalmar Zachariassen.
Hann torir ikki at spáa um, hvussu tað fer at gangast flokkinum til komandi løgtingsval og ásannar, at tað krevur hart arbeiði.
Niðanfyri eru myndir at síggja, sum vórðu tiknar, tá undirskriftirnar vórðu handaðar Innlendismálaráðnum í dag.