Føroyar spældu ein sera góðan seinna hálvleik í EM-dystinum í Georgia. Í fyrra hálvleiki skoraði Georgia tvey mál, men í seinna hálvleiki vóru tað Føroyar, sum skoraðu og skaptu kjansir.
Rógvi Jacobsen minkaði til 2-1, og síðani høvdu bæði Jákup á Borg og Christian Lamhauge Holst opnar kjansir nakrar fáar metrar úr málinum, men báðir misnýttu risa tilboðini.
So endaði tað við, at Georgia skoraði til 3-1 við brotssparki í yvirtíðini.
Fróði Benjminsen fekk reytt kort miðskeiðis í seinna hálvleiki.