Føroyar mitt í dálkivandaøki

Skuldi ein blowout vanlukka av sama slag sum tann í Meksikoflógvanum hent á djúpum vatni vestan fyri Hetland, kann hon fáa álvarsligar fylgjur fyri alt umhvørvið úr Hetlandi til Íslands sigur frágreiðing, sum oljufelagið Hess hevur gjørt. Um tað ringasta skuldi hent og ein dálkivanlukka av sama slag sum hon í Meksikanska flógvanum tók seg upp í sambandi við oljuboring vestan fyri Hetland og tætt upp at føroyska markinum, so fer hon at dálka eitt sera stórt øki. Føroyar koma at liggja mitt í hesi dálking. Tað verður staðfest í eini frágreiðing, sum amerikanska oljufelagið Amerada Hess hevur gjørt í sambandi við, at felagið fer at seta á aftur oljukelduna Cambo skamt við føroyska markið.

Oljufeløg, sum bora vestan fyri Hetland skulu gera rættiliga nágreiniligar umhvørviskanningar og ?frágreiðingar, tá borað verður ikki minst á djúpum vatni. Sambært heimasíðuni hjá Shetland Times váttar Hess í síni umhvørvisfrágreiðing, at ein oljudáling vestan fyri Hetland kann hava eins álvarsligar fylgjur sum vanlukkan í Meksikoflógvanum hevði við sær í fjør, tá 4,3 milliónir tunnur av olju runnu út í havið í tveir og ein hálvan mánað.

Oljufelagið Hess, sum fann Cambokelduna fyri skjótt 10 árum síðani, hevur borað tilsamans tríggjar brunnar har, og skal í mei sera hol á tann fjórða brunnin. Tað er í hesum sambandi, at felagið skal hava góðkenning frá myndugleikunum, og slík góðkenning er treytað av, at tað fyriliggur ein sera neyv umhvørviskanning, sum eisini sigur frá, hvat kann henda í ringasta føri, um ein vanlukka tekur seg upp. Felagið leggur stóra áherðslu á, at sannlíkið fyri, at ein slík vanlukka hendir, er sera lítil, men skuldi eitt blowout hent, so vil tað dálka alt Hetland, og oljan vil spjaða seg til Føroyar, Ísland, Noreg, Írland og Bretland. Orsakað av lága hitanum í sjónum og høgum aldum og vindi verður torført at fáa bilukt við møguliga dálking.

Herfyri setti bretska tingið eina nevnd at koma við tilmælum um, hvussu reglarnar í sambandi við oljuboring, skulu endurskoðast ? í kjalarvørrinum á vanlukkuni í Meksikoflógvanum ? fyri at fyribyrgja dálking. Ein av niðurstøðunum í frágreiðingini er, at reglarnar fyri oljuleiting mugu herðast nógv meira fyri at kunna fyribyrgja álvarsligum umhvørvisvanlukkum. Verandi skipan og regulverk er ikki nøktandi skal tað kunna verja náttúru og djóralív við skotsku strendurnar stendur m.a. í frágreiðingini.

Tað er serstakliga umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace, sum hevur gingið á odda fyri at seta forboð fyri nýggjum boringum á djúpum vatni eitt nú vestan fyri Hetland. Felagið fekk í fjør forðað einum boriskipi at seta hol á Lagavulin leiðina norðan fyri Hetland í fleiri vikur, tó at endin varð, at ein rættur í London gav boringini grønt ljós, um ávísar treytir vórðu fylgdar. Tað eru slíkar treytir, sum stjórnin nú vil hava við í framtíðar loyvi. Í tí førinum gjørdi Chevron eina líknandi umhvørvisárinskanning, sum kom til somu niðurstøðu, nevniliga hana, at eitt blowout av sama slag sum tað í Meksikoflógvanum vildi fingið oyðileggjandi avleiðingar fyri eitt sera stórt havumráði. Men felags fyri báðar hesar frágreiðingar er, at hvørki fiskastovnar ella onnur djór fara at verða nerva av slíkari dálking.

Stjórin í World Wildlife Skotland, Dr Richard Dixon sigur, at seinasta frágreiðingin frá Hess vísir, hvussu neyðugt tað er, at heimsins lond skrúva fyri oljuni og lata upp fyri viðvarandi orkukeldum.

Í farnu viku segði Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum við Sosialin, at hann hevur álagt Jarðfeingi at tryggja, at framtíðar brunnar við Føroyar eisini liva upp til tey hægstu umhvørviskrøvini, ikki minst nú eftir vanlukka í Meksikoflógvanum. Hann hevur í hesum sambandi heitt á síni embætisfólk um at fylgja væl við, hvussu okkara grannalond eitt nú Bretland endurskorða sínar umhvørvisreglar og er ætlanin at bjóða umboðum fyri serligu bretsku tingmannanevndina til Føroya.

Statoil fer í næstum at taka endaliga støðu til, um tað fer at bora ein brunn á landgrunninum í summar ella báðar teir næsta ár.