Føroyar niður á FIFA-styrkislistanum

Fótbóltur: Stórtapið móti Estlandi kostaði bert tvey pláss

Á nýggjasta styrkislistanum hjá altjóða fótbóltssamgonguni FIFA eru Føroyar farnar tvey pláss aftur.

Og onkur hevði kanska roknað við meira eftir stórtapið í Estlandi, men tað gjørdist nú ikki til meira enn tey tvey plássini.

Listin er gjørdur eftir HM í Fraklandi, og Føroyar eru nummar 119 av 1992 londum.

Brasil, sum tapti HM-finaluna fyri Fraklandi, er ovast á listanum, meðan HM-vinnararnir Frakland hava togað seg fleiri pláss upp til nummar 2. Týskland er nummar 3 , Kroatia nú nr. 4, og Argentina nr. 5.

Danmark er á einum 18. plássi, og Noregi er framvegis besta norðanlandið, teir eru nummar 11.Svøríki er nr. 30, og Finland nr. 62, sjálvt um okkara oddaliðið júst hevur vunnið á teirra oddaliði. Ísland er nummar 69.

Av liðunum, sumvit eruí bólki saman við í undankappingini til EM, er Kekkia tað hægst plaseraða landið. Teir eru framvegis nummar 6 á FIFA-listanum, sjálvt um tað hevur gingið illa hjá teimum síðani EM-endaspælið í 1996.

Næst eftir Kekkia er Skotland, sum fór eitt pláss fram á nýggjasta listanum, og sum nú er nr. 36. Litava er nummar 55, Bosnia-Herzegovina er nummar 94 og Estland er nummar107, 12 pláss frammanfyri okkum.

Vit hava framvegis tey veikastu londini í Europa aftanfyri okkum. Malta., Luxemburg, Liechtenstein og San Marino eru at finna ávíkavist á plássunum nr. 124, 142, 163 og 177.

Tað er ikki heilt greitt hvussu FIFA roknar støðuna út, og sjálvt um teir hava roynt at greiða frá tí.

Sjálvir halda teir, at HM-endaspælið vísti, at teirra styrkislisti er rættur, sjálvt um nógvar atfinningar eru ímóti honum.