Føroyar-Noreg klokkan 17 og Víkingur-KÍ klokkan 19 á FM1

Sjúrður H. Hoydal sigur frá EM-undankappingardystinum hjá kvinnum, og Tróndur Arge sigur frá útsetta dystinum Víkingur-KÍ

Stór fótbóltssending verður á FM1 millum klokkan 16.45 og klokkan 21 í dag.

Klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið EM-undankappingardyst móti krútsterka norska liðnum, ið fyri fáum døgum síðani vann 7-1 á Hvítarusslandi í Minsk. Sama hvítarussiska liðið vann 3. september 6-0 á Føroyum.

Sjúrður H. Hoydal sigur frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Noreg á FM1.

Klokkan 19 fer Tróndur Arge at siga frá sera týdningarmikla dystinum millum Víking og KÍ í Betrideildini. Bæði liðini hava hart brúk fyri at vinna. KÍ fyri at leggja seg á odda í Betrideildini, og Víkingur fyri at hava ein møguleika at hála inn á NSÍ í stríðnum um seinasta Europa League plássið.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar hjá Sjúrði og hjá Tróndi á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum. Ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.