Hósdagin 2. juni varð FIFA-styrkislistin fyri øll heimsins fótbóltslandslið kunngjørdur. FIFA-styrkislistin verður dagførdur eftir hvørt mánaðarskifti - eina ferð um mánaðin.
Á nýggja styrkislistanum eru Føroyar nummar 89 av heimsins londum. Hetta er ein lítil framgongd, tí at í mai-mánaði vóru Føroyar styrkismettar sum nummar 90.
Fyrilit skal tó takast fyri, at listin bleiv kunngjørdur áðrenn føroyska tapið ímóti Kosovo, har Kosova vann 2-0. Kosovo er ikki eingongd á styrkislistanum sum nú er, orsakað av, at landsdysturin fríggjakvøldið var fyrsti, skrásetti landsdysturin nakrantíð hjá Kosovo. Tískil kann væntast, at Kosovo byrjar aftast av øllum teimum 210 limalondunum í FIFA.
Fyri føroyska landsliðið fer plaseringin hjá Kosovo helst at viðføra, at Føroyar detta nøkur pláss aftur á tí komandi styrkislistanum, sum verður kunngjørdur í byrjanini av juli mánaði.
Ímillum evropeisku londini eru Føroyar nummar 38. Í løtuni eru 15 evropeisk lond aftanfyri Føroyar á FIFA-styrkislistanum - tað er nú ikki so galið.