Føroyar og Monroe-doktrinin

   

Nú stákast londini í Europa við at halda uppat at vera sjálvstøðug, og í staðin skipa ein nýggjan stat, sum fer at vera so stórur og sterkur, at hann kann vera við í talvinum um valdið í heiminum á jøvnum føti við lond sum Kina, India, USA og Rusland.
Onkur heldur, at nú er sloppið undan hesum vanda, tí at samráðingarnar leygardagin tann 13. desember 2003 ikki endaðu við semju. Men tey sum halda so skulu minnast til, at tey lond, sum feldu semjuna, vóru Spania og Pólland. Lítið er roknandi við, at tey leingi kunnu standa ímóti trýstinum frá øllum hinum, millum teirra Danmark, sum jú kunnu gera eina semju, so hesi bæði londini verða uttanfyri hetta nýggja ríki.
Tá henda traktatin er gjørd, kemur spurningurin upp: hvat við okkum? Hvar gera mýsnar tá fílarnir fara at berjast?
Um so var, at fólkaatkvøðan í 1946 varð sett í verk, so var eingin ivi. Vit høvdu verið ein sjálvstøðugur ministatur, sum mátti fóta sær í heimspolitikkinum sum aðrir smáir europeiskir statir (Andorra, Liechtenstein, San Marino, Monaco). Hesi lond eru ikki limir í uniónini, men hava tætt tilknýti til hana.
Men fólkaatkvøðan í 1946 er ikki sett í verk enn, og tí er hvørki ríkisrættarstøða ella fólkarættarliga støða okkara broytt. Vit eru framvegis í tí ríki, sum fevnir um Grønland og Føroyar, og hetta ríki er framvegis í unión við kongsríkið Danmark.
Undir seinna heimsbardaga lýsti USA, at Grønland var í tí parti av heiminum sum Monroe-doktrinin var galdandi fyri.
James Monroe var tann 5. forsetin í USA (1817 - 25). Í 1823 boðaði hann kongressini frá, at USA helt tað vera eina óvinagerð um nakað land í Evropa royndi at leggja seg upp í innanhýsis viðurskifti í nøkrum landi í Amerika, ella fór at leggja undir seg nýggj umráði í amerikanska heimspartinum.
Monroe-doktrinin hevur nú í skjótt tvær øldir verið hornasteinurin í uttanríkispolitikkinum hjá USA.
Ringt er at vita, hvat ið teir í amerikanska uttanríkisráðnum State Department hava hugsað um støðu Føroya, eftir at teir løgdu Grønland inn undir Monroe-doktrinina. Í USA er galdandi lóg um alment skjalainnlit (Freedom of Information Act). Eg hitti einaferð ein amerikumann, sum hevði roynt at fingið nakað at vita um viðurskiftini millum USA og Føroyar. Hann segði, at tann embætismaðurin, sum hann tosaði við, segði at hann skuldi fáa skjølini. So kom embætismaðurin heilt ólukkuligur aftur og segði, at hevði tað verið eitt mál sum hevði við eitthvørt annað land at gera, so hevði tað verið í lagi, men tað gekk ikki tá ið talan var um Føroyar. Orsøkin var, at danska stjórnin hevði treytað sær, at lógin um alment skjalainnlit mátti dvína í hesum føri, og um hetta var gjørd ein avtala millum Danmark og USA, sum stóð oman fyri Freedom of Information Act. Kelda mín segði, at hann kundi verið farnir í rættin við hesum spurningi, men so nógv tímdi hann ikki at gera burturúr.
Hóast vit sostatt ikki vita nógv konkret um hvat stjórnin í USA hevur hugsað um Føroyar, er tó einki at ivast í, at teir vita um Haag-dómin í grønlandsmálinum 1933 og tí hava kunnleika um, at Føroyar eru ein partur av tí ríki, sum Grønland er ein annar partur av, og tá ið teir siga, at Monroe-doktrinin er galdandi fyri Grønland, so meina teir, at hon er galdandi fyri alt tað ríki, Grønland er ein partur av, men sjálvandi ikki fyri Danmark, sum er eitt annað ríki.
Monroe-doktrinini ásetur sum nevnt, at europeisk lond ikki sleppa at leggja upp í innanhýsis viðurskifti í ríkjum sum hoyra til amerikanska heimspartin. Síðan annan heimsbardaga hevur Danmark í stóran mun lagt seg upp í innanhýsis viðurskifti í Grønlandi og Føroyum. Atvoldin til at hetta hevur gingið kann bert vera ein, og hon er, at henda uppílegging er hend í bestu semju við USA. Danir hava ansað væl eftir ikki at taka nakað stig, sum hevur verið ímóti áhugamálunum hjá USA, soleiðis sum tey eru ásett í Monroe-doktrinini.
Tí hevur Danmark kunnað sýtt fyri, at USA hevur havt atomvápn á donskum land- og sjóøki, men hetta hevur ikki verið galdandi fyri grønlendskt og føroyskt land- og sjóøki. Somuleiðis hevur Danmark sýtt fyri, at USA hevur støðir á landi í Danmark, men loyvir at USA hevur støðir á landi í Grønlandi (Thule!) og í Føroyum. Bara fyri at nevna eitt dømi: tann støð, sum stendur á Eiði, skal hava samband við aðrar støðir. Ein er í Grønlandi, men í Damark er eingin. Tann sum skuldi verið har, er sett í Týsklandi beint sunnan fyri danska markið!
Men sjálvt um tað hevur gingið higartil hjá Danmark at røkt áhugamálini hjá USA í Grønlandi og Føroyum, er tað ikki vist, at tað fer at eydnast í framtíðini.
Her er gongdin í EU avgerandi.
Tað er formliga einki til hindurs fyri, at Danmark fer upp í Europastatin við eini altjóða traktat, sum eisini fevnir um Grønland og Føroyar. Hetta kann gerast við tí heimild, sum vit í 1661 góvu kongi at taka avgerðir í uttan-ríkispolitiskum málum.
Men er tað vist, at USA heldur, at hetta er ein avgerð, sum er í samsvar við áhugamálini hjá USA?
Tað er sera ivingasamt.
USA hevur einki havt ímóti, at eitt lítið og veikt land sum Danmark hevur havt formliga yvirræði yvir Grønlandi og Føroyum. Í hesi skipan hava amerikonsk áhugamál verið í góðum hondum.
Tað er eitt heilt annað mál, at ein europeiskur superstatur við dupult so nógvum íbúgvum sum USA fær valdið á hesum ríki. USA hevur higartil sagt seg stuðla sameiningarroyndunum í Europa, men harfrá og so at geva ein part av tí umráði, sum hoyrir undir Monroe-doktrinina, yvir til henda nýggja statin, er eitt rættiliga stórt stig, serliga tá hugsað verður um at størsta landið í Europa, Týskland, longu nú ikki tykist at vera at flættast við.
Tað er tí ikki óhugsandi, at Danmark frá USA fær tvinnar kostir í at velja, nevnliga hvørt tað vil vera ein partur av hesum nýggja superstati, ella tað framvegis vil vera saman við Grønlandi og Føroyum.