Í dag hósdagin fara Føroya og USA at skriva undir eina yvirlýsing um samstarv ímillum bæði londini.
Hetta er tað, tey kalla ein partalagsyvirlýsing og endamálið við henni er at skipa ein formligan karm um at styrkja samstarvið ímillum USA og Føroyar, innan handil, gransking, mentan og útbúgving.
– Á fundi í Keypmannahavn í juli ímillum amerikanska uttanríkisráðharran, Mike Pompeo, og Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, tók Pompeo væl ímóti føroyska ynskinum um at gera eina slíka yvirlýsing og á seinni sama dag boðaði uttanríkisráðharrin frá, at amerikanska stjórnin og landsstýrið vóru komin ásamt um at undirskriva eina partalagsyvirlýsing, sigur Jenis av Rana í eini fráboðan í morgun.
Fyri Føroyar verður tað hann, sum skrivar undir og fyri USA er tað Michael J. Murphy, varauttanríkisundirráðharri, sum skrivar undir.
– Føroyar hava í fleiri ár virkað fyri at styrkja samstarvið við USA. Partalagsyvirlýsingin er eitt týdningarmikið fet á hesi leiðini.sigur Jenis av Rana landsstýrismaður.
Hann heldur, at í hesum broytingartíðum, sum eisini merkjast í Norðurhøvum og í Arktisk, er tað umráðandi fyri Føroyar at styrkja sambandið við USA.
Sum heild skulu Føroyar hava góð viðurskifti við øll lond. USA er eitt fólkaræði við somu kjarnuvirðum um rættartrygd, talufrælsi og mannarættindi sum Føroyar, og tað borgar fyri fyri trygdini um okkara leiðir. USA er tí ein samstarvspartur, sum Føroyar natúrliga eiga at raðfesta høgt, sigur landsstýrismaðurin.
Í hesum sambandi er eitt amerikanskt ferðalag komið til Føroyar at skriva undir avtaluna og eisini amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn, Carla Sands, verður við
Í Føroyum skal amerikanska ferðalagið eisini vitja í Eysturoyartunnilinum, hjá Bakkafrosti og umborð á nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra. Sjálv avtalan verður skrivað undir í Norðurlandahúsinum klokkan trý í dag.