Føroyar og USA undirskrivað partalagsyvirlýsing

Amerikanski varuttanríkisundirráðharrin er í Føroyum við Carlu Sands, sendikvinnu í Danmark

– Hetta er ein søguligur dagur.

Soleiðis segði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, fyri løtu síðani, tá hann saman við Michael. J. Murphy, varauttanríkisundirráðharra í USA, skrivaði undir partalagsyvirlýsing landana millum.

Føroyar hava leingi viljað havt tættari samstarv við USA, segði Jenis av Rana, sum á enskum kallaði avtaluna fyri "partnership declaration".

Sambært Jenisi av Rana fer nýggja partalagsyvirlýsingin at borga fyri millum annað fríhandili, gransking, betri sambandi á maritima økinum og tilfeingisverju. Men heldur áhugavert nevndi hann ikki verjumál og trygd í sambandi við yvirlýsingina sjálva.

Jenis av Rana greiddi tó frá, at samstarvið millum Føroyar og USA hevur alstóran týdning, "crucial importance", tí londini bæði hava felags virði, og USA er ein lyklaspælari í felagstrygdini um okkara leiðir.
##med2##

Starvsbróður Jenis av Rana, Michael J. Murphy, var heldur fámæltur, men hann vildi vera við, at tað var gott at vera til staðar til byrjanina til nakað søguligt, og hann væntaði positiv úrslit fyri báðar partar.

Carla Sands, amerikanska sendikvinnan í Danmark, var eisini við í amerikanska ferðalagnum. Sands legði dent á, at Føroyar og USA hava langa søgu sínamillum, ið er skapt av fleiri túsund sambondum millum íbúgvarnar í báðum londunum. Eisini segði Carla Sands, at á ferðum hennara til Føroyar hevur hon lagt stóran dent á at lurta og skilja, hvussu sambandið landana millum kann gerast enn betri.
##med3##

Partalagsyvirlýsingin fer uttan iva at gera sambandið millum Føroyar og USA betri, segði Carla Sands, og nevndi í tí sambandi eisini umhvørvisvernd, maritima økið, gransking og fríhandil.