Føroyar senda hjálp

Uttanríkisráðið hevur gjørt av at lata 150.000 kr. í neyðhjálp til Haiti

Peningurin, sum Føroyar lata til hjálpararbeiði í Haiti, fer gjøgnum Reyða Kross, sum fylgir áheitanum frá altjóða Reyða Krossi um, hvussu peningurin kemur best til gagns.

Uttanríkisráðið hevur spurt seg fyri, um nakar føroyingur er á Haiti. Danska uttanríkisráðið hevur boðað frá, at hvørki avvarðandi ella nakar føroyingur hevur sett seg í samband við tey um vanlukkuna á Haiti.

Avrátt er, at uttanríkisráðið í Føroyum fær fráboðan, um føroyingar eru á Haiti, ella um komið verður fram á nøvn, sum kunnu vera føroysk. Uttanríkisráðið fer at fylgja við støðuni og um so er, at føroyingar eru í vandaøkinum, tekur uttanríkisráðið móti fráboðanum á +298 306100 og á [email protected].

--