Føroyar settu flott punktum

U-19 kvinnurnar í fótbólti vunnu í dag 2-0 ímóti Kazakhstan

Tað gekk sera væl, tá ið føroyska U-19 landsliðið við kvinnum í dag spældi síðsta dystin í EM-undankappingini í Finnlandi, sum hevur verið í Finnlandi seinastu vikuna. Føroyar spældu ímóti Kazakhstan, og úrslitið var 2-0 til Føroyar.

Úrslitið ber við sær, at Føroyar endaðu á triðja plássi, frammanfyri Kazakhstan og aftanfyri Ísland og Finnland, sum við 3-0 sigri á Íslandi í dag tryggjaði sær fyrsta plássið.

 

Annar av føroysku álopsspælarunum, Evy á Lakjuni, legði Føroyar framum eftir hornaspark í 27. minutti.

Føroyar høvdu fleiri royndir innanfyri málkarmin enn mótstøðuliðið, og ellivu minuttir undan dystarenda var tað hin føroyski álopsspælarin, Durita Hummeland, sum við beinleiðis frísparki økti um leiðsluna til 2-0.