Føroyar á sjenda plássi

Føroyar liggja nummar sjey, tá talt verður saman, hvussu væl ymsu londini hava staðið seg á teimum átta Oyggjaleikunum, sum hava verið higartil

 

Hagtøl


Telja vit saman, hvussu nógv heiðursmerki einstøku londini hava vunnið tær átta ferðirnar, sum Oyggjaleikir hava verið hildnir, so eru Føroyar nr. sjey á hesum yvirliti.

Stórur munur hevur tó verið, hvussu hevur skorist hjá Føroyum í einstøku leikunum. Fyrstu ferð - á Isle of Man ? gjørdist talan bert um trý heiðursmerki, men hetta er so eisini lakasta úrtøkan yvirhøvur hjá okkara ítróttafólkum.

Besta árið var ikki óvæntað í 1989, tá Føroyingar vunnu ikki færri enn 13 gullmerki, umframt fleiri silvur og bronsu, men eisini í 1985 gekk heilt væl, tá kappast varð á Gibraltar.

Niðanfyri er sett upp søguliga yvirlitið yvir Oyggjaleikirnar, har tað framgongur, hvussu nógv heiðursmerki av hvørjum slag einstøku londini hava ognað sær. Stigini, sum framganga uttast til høgru, eru uppgjørt soleiðis, at trý stig verða latin fyri gull, tvey fyri silvur, meðan hvørt bronsumerki gevur eitt stig.


Heiðursmerki í alt

Land gull silvur bronsa Stig

1 Jersey 223 192 201 1254

2 Isle of Man 173 174 171 1038

3 Guernsey 137 162 189 924

4 Gotland 128 106 94 690

5 Isle of Wight 98 91 95 571

6 Áland 92 81 69 507

7 Føroyar 47 60 86 347

8 Ísland 50 45 41 281

9 Øsel 27 29 19 158

10 Gibraltar 19 22 32 133

11 Orkney 15 22 21 110

12 Cayman Islands 16 13 18 92

13 Hetland 10 13 27 83

14 Ynos Mon 4 17 26 72

15 Grønland 10 6 14 56

16 Rhodos 8 9 4 46

17 Saaremaa 4 6 10 34

18 Malta 6 2 2 24

19 Falklands 1 4 9 20

20 Alderney 1 3 2 11

21 Prince Edvard Island 2 1 1 9

22 Frøya 1 1 2 7

23 Sark 0 1 0 2

24 St. Helena 0 0 2 2