Føroyar skriva kirkjusøgu

Fyri fyrstu ferð, hava føroyskir myndugleikar løggildað sína egnu Altarbók.

Tað var fyrrapartin í Havnar Kirkju, at móttøkan við Altarbókini fór fram – eitt arbeiði, sum hevur verið ávegis síðani 2007, tá ið Kirkjumál vórðu til føroyskt málsøki.

Fram til 2007 var Fólkakirkjan undir donskum málsræði, og tí vóru tað umboð fyri danska kongsríkið, sum løggildaði Altarbók, Ritualbók og Sálmabók í Føroyum.

- Eg skal vegna landsstýrið takka tykkum øllum fyri tað stóra arbeiðið, sum er lagt í at fáa bøkurnar útgivnar. Eg vil her at enda ynskja tykkum øllum Guds signing og hepna hond við arbeiðinum framyvir, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum var til staðar í Havnar Kirkju.

Umframt Altarbókina, veit Løgmansskrivstovan at siga, at Handbók Føroya kirkju fyri fyrstu ferð verður útgivin, sum er ein leiðbeining til altarbókina. Eisini verður sálmabókin givin út av nýggjum í fimm ymiskum útgávum, og sum nakað heilt nýtt, verður sálmabókin í dag eisini telefontøk sum app.