Í dag spælir føroyska kvinnulandsliðið triðja dystin í HM-undankappingini. Dysturin er ímóti Týsklandi og verður spældur í Grossapach har suðuri í Týsklandi.
Føroyar hava tapt teir báðar undanfarnu HM-dystirnar stórt. Bæði á heimavølli ímóti Kekkia og á útivølli ímóti Íslandi taptu Føroyar 8-0.
Í dag verður mótstøðan ikki minni enn í undanfarnu dystum. Týskland er í løtuni nummar 2 á FIFA-styrkislistanum, sum umfatar øll kvinnulandslið í heiminum. Bert USA verður í løtuni mett at vera sterkari enn Týskland, sum annars hevur verið ovast á styrkislistanum fleiri ferðir í ár. Fríggjadagin tapti Týskland óvæntað á heimavølli ímóti Íslandi, og tí verður roknað við, at týska liðið í dag skal svarað aftur.
Føroyska liðið hevur verið í Týsklandi síðani leygardagin og fyrireikað seg til dystin í dag. Allir spælararnir, sum spældu undanfarnu dystir, eru tøkir til dystin.
Dysturin millum Týskland og Føroyar byrjar kl 15.10 og kann sum skilst síggjast á rásini Das Erste: Trýst her