Dysturin verður leiktur á leikvøllinum Niedersachsen Stadion, sum hevur pláss fyri 50.000 áskoðarum.
Dysturin verður spældur mikudagin 16. oktober í ár. Tá kemur landsliðið beina leið úr Litava, har liðið spælir leygardagin frammanundan.
Hannover liggur stutt sunnanfyri Hamburg og Bremen. Tí skuldi ligið væl fyri hjá føroyskum viðhaldsfólki at lagt leiðina til Hannover, sum liggur í landslutinum Niedersachsen og hevur góða hálva millión íbúgvar.
Leikvøllurin í Hannover varð nýttur bæði til HM í 1974 og til EM í 1988. Ætlanin er eisini, at Hannover verður ein av býunum, har HM í 2006 verður leikt.
Niedersachsen Stadion er júst umvælt fyri 100 milliónir týskar markar, og umvælingin skal gerast liðug í summar, so føroyska landsliðið kemur til eitt nýumvælt stadion, tá leikararnir møta Týsklandi.