Føroyar liggja á 132. plássi á styrkislistanum, sum FIFA hevur gjørt fyri februar mánað. Hetta er sama støða, sum í januar í ár. Listin fyri februar staðfestir enn einaferð, at Føroyar eru ikki tann fremsta pinkutjóðin í Europa longur. Bæði Andorra, Liktinstein og Malta eru frammanfyri Føroyar á listanum. Sterkasta fótbóltstjóðin í heiminum er nú sum áður Brasil. Fremsta norðanlandið er Danmark, sum er nummar 14 í heiminum.