Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
--------
Hvat fer fram í Føroyum?
Hesum spurningi møti eg stundum, tá ið eg hitti útlendskar politikarar og embætisfólk við áhuga fyri føroyskum viðurskiftum.
Aftan fyri spurningin býr sjálvandi bæði vanligt forvitni og kurteisi, men stundum hoyrist og hómast eisini ein undirliggjandi undran á, hvussu Føroyar standa í altjóða samfelagnum.
So líðandi fær man eina fatan av, at umdømið hjá okkara fantastiska landi er broytt og skeiklað seinnu árini.
Hetta er - ikki lesaranum at siga - ein óheppin gongd.
Føroyar og føroyingar hava jú, alt tað ið vit minnast, staðið væl í eygunum hjá okkara gestum og útlendingum sum heild.
Drúgva søga Føroya sum sjófarandi tjóð, har ið føroysk sjófólk hava arbeitt, fiskað, ferðast og búleikast kring allan knøttin, ber á henda sama positiva bógv.
Hvussu djúpt stingur hetta?
Kann vera, at mín fatan er ov stív, men okkurt bendir á, at vent er í holuni, hvat ið okkara umdømi viðvíkur.
Spurningurin er, um hetta er ein einfaldur image-trupulleiki, ið vit mugu fáa Ferðaráðið, reklamustovur ella nýmótans ráðgevarar at hjálpa okkum við?
Ella stingur hetta djúpri, og fevnir hetta meira yvirskipað um, hvussu umheimurin fatar Føroyar?
Helst tað seinna.
Fatað sum Paria-statur
Feskasta dømið um, at Føroyar verða umrøddar og viðfarnar sum eitt slag av Paria-stati - eitt óynskt land - er alt málið um boykottið, ið Europasamveldið hevur í hyggju at seta í verk móti pelagisku vinnuni í Føroyum.
Umrøðan í europeiskum organum, t.d. í Europaparlamentinum, hevur verið ómetaliga negativ.
Leitar tú eftir orðunum "Faroe Islands" í útlendskum fjølmiðlum, er myndin lítið frægari.
Støða Føroya í arktiskum samanheingi er eitt annað óheppið dømi, og í Arktiska Ráðnum í Kiruna í farnu viku skurraði føroyski leikluturin.
Gamaní varð ein góð røða hildin. Men landið forsømdi kjansin at greiða hinum limalondunum frá hóttandi boykottinum frá ES, ið á fundinum bað lova sær upp í ráðið sum eygleiðari. Har var møguleiki at leggja trýst á ES og at fáa samveldið aftur til samráðingarborðið.
Undrunarvert er eisini at Føroyar - í almenna rúminum - góðtaka, at Svøríki ger av, um og hvussu Føroyar verða umboðaðar har, ið avgerðir verða tiknar um Arktis.
Myndin er grumsut.
Í summum førum verður trampað og leikað í, har ið frægast er at vísa diplomatisk snildi, og í øðrum førum eru Føroyar púra passivar, tá ið tær eiga at reagera.
Til fánýtis leitar man eftir góðu søgunum um Føroyar sum frítíðarparadís og heimsins smørhol fyri ferðafólk úr stórbýum í Europa og Amerika.
Positiva ímyndin er av sonnum farin í bakgrundina.
Uttanlandspolitikkurin haltar
Orsøkirnar til støðuna kunnu vera fleiri.
Ein av teimum er ivaleyst, at uttanlandspolitikkur Føroya onkursvegna er tægaður sundur millum tvey heimlig aðalráð: Fiskimálaráðið og Løgmansskrivstovuna.
Formliga liggur uttanlandspolitikkur undir Løgmansskrivstovuni, og har eigur hann eisini at vera.
Veruleikin er tó, at Fiskimálaráðið í nógv størri mun rekur politikkin, ið sæst og hoyrist uttan fyri landoddarnar. Hetta er ráðið, ið skapar heildarfatanina av Føroyum í umheiminum.
Fiskivinnusamráðingarnar, sum seinnu árini, sum kunnugt, hava verið merktar av samanbrestum og ósemjum, leggja í grundini uttanlandspolitisku linju Føroya.
Og tess størri ósemjur í fiskivinnumálum, tess verri gerst samlaða umdømi Føroya.
Eftir hjá Løgmansskrivstovuni liggja mál, ið ikki eru eins sjónlig, og tað ber í sær, at umsitingin hjá løgmanni tykist at hava minni ávirkan, tá ið uttanlandspolitiska linjan verður løgd.
Tørvur á miðvísum uttanlandspolitikki
Neyvan ber til at broyta og betra umdømið Føroya eftir einari nátt - "overnight", sum tey siga.
Tó ber til at fáa betri stýr á tí, sum almennu Føroyar vilja og gera á altjóða pallinum.
Man kann byrja við at leggja allan uttanlandspolitikkin har, ið hann hoyrir heima, nevniliga hjá løgmanni og umsiting hansara.
Eisini er neyðugt, at landsstýrið ger upp við seg sjálvt, hvat ið er uttanandspolitikkur, og hvat ið ikki er tað.
Mær tykir til dømis, at samráðingar við onnur lond um fiskirættindi koma undir uttanlandspolitikk, ið, sum nevnt má rekast og umsitast á sama stað, sum annar uttanlandspolitikkur.
Eisini ber til at umskipa í umsitingini, so at nógv fleiri av verandi kreftum verða fluttar og brúktar til at leggja til rættis og at halda fast um ein uttanlandspolitikk, ið gagnar øllum áhugamálum Føroya.
Fyrst og fremst er tó tørvur á, at vit hava eitt landsstýri, sum við sunnari fornuft dugur og torur at reka uttanlandspolitikk, ið flytir okkara land fram á leið.
Lesur tú nýggjastu frágreiðingina frá landsstýrinum um uttanríkispolitikk, so má tíverri sigast, at nógv restar í. Ongin konstruktiv fiskivinnupolitisk kós, og ongin nevniverdur Europapolitikkur.
Tað ber væl til at fáa væl betur burturúr, og tað ber eisini til at betra umdømið hjá okkara landi.
Fyrsta kravið er, at ovasta leiðsla landsins gongur á odda.
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin