Føroyar tørva nýggjar veiðumenn

Skulu Føroyar gerast viðleikari í alheimsgerðini, tørvar okkum eitt nýtt ættarlið veiðumonnum, sum veiða virkir um allan knøttin. Í vinnuhøpi mugu vit læra at ásanna, at grasið væl kann hugsast at vera munandi grønari á hinari síðuni, segði Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, millum annað á Vinnufundi í Klaksvík mánakvøldið

Mánakvøldið skipaði Menningardeildin hjá Klaksvíkar Kommunu fyri vinnufundi á Tekniska skúla í Klaksvík. Rættiliga nógv fólk úr ymsum vinnum í Norðoyggjum høvdu leitað sær á fundin, har Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, tosaði um leiklutin hjá Føroyum sum fiskivinnutjóð í alheimsgerðini. Serliga umrøddi hann ta hugburðsbroyting, alheimsgerðin  fer at krevja av eini veiðumentan, sum í stóran mun hevur tvíhildið um, at tað lítla eisini er tað besta.
Broytingar
Treytirnar, sum alheimsgerðin setir, eru eftirhondini væl lýstar. Samanumtikið koma hesar at krevja, at lond læra at síggja møguleikarnar í, at allur heimurin eru vorðin teirra heimamarkanaður. Kanningar vísa týðiliga, at lond, eitt nú í Afrika, sum heldur valdu at byrgja seg inni, tá alheimsgerðin tók dik á seg, eru uppsteðgaði búskaparliga. Í meðan eyðkennir stórur búskaparvøkstur londini, sum taka lut í alheimsgerðini, ið samstundis skundar undir ein alsamt vaksandi og keypisterkan miðalklassa.
Gongdin hevur sín prís. Alheimgerðin hevur millum annað við sær, at framleiðsla verður flutt, har hon er bíligari ella í aðrar mátar hevur betri umstøður. Størv innan ídna hvørva, og sum dømi nevndi Jan Mortensen, at í Stórabretlandi eru 25% av hesum størvum horvin seinastu 7 árini. Og tað eru serliga sannroyndir sum hesar, sum tykjast at órógva føroyingar mest. Hinvegin minti hann á, at vit eiga at hava í huga, at hetta ikki nýtist at merkja, at arbeiðsloysi veksur tilsvarandi. Í Stórabretlandi er til dømis tænastuvinnan ment við rúkandi ferð hetta sama tíðarskeiðið.
So eisini her liggja nýggir møguleikar.
Ræðumyndir
Stjórin í Vinnuhúsinum helt, at ikki kann sigast annað enn at føroyskir fjølmiðlar ofta hava málað eina heldur døkka mynd av alheimsgerðini fyri fólki. Hann sipaði millum annað til eina sendirøð í Útvarp Føroya, har globala kaptitalisman varð løgd undir alskyns ólukkur. Hóast vandi er í hvørjari vælferð, meinti Jan Mortensen, at tað er óheppið við slíkum lýsingum av alheimsgerðini, tí uttan hana, høvdu stórar fólkamongdir í eitt nú fjareystri ikki kunna sæð fram til eitt betri lív.
- Hvør orsøkin er, er ilt at siga, men alt bendir á, at føroyingar aftra seg við at halda seg framat teimum møguleikum, sum bíða í alheimsgerðini. Hví eru tað næstan ongar føroyskar fyritøkur, sum síggja møguleikar uttanfyri landoddarnar? Skulu tey ríkisrættarligu viðurskiftini við Danmark framhaldandi brúkast sum umbering næstu 20 árini fyri at vit ikki koma víðari? Er ov lítil keypmansskapur í høvuðsvinnuni? Fyrr vóru reiðarar menn, sum høvdu skip  nú er reiðarin kanska bókhaldari, og hugburðurin tí ov nógv merktur av veiðumentan. Ì Danmark er til dømis stór fiskivinna, men lítið fiskaríð. Teir eru keypmenn og selja og keypa globalt, segði Jan Mortensen.
Sambært honum er ein av stóru forðingunum fyri føroyskum framfýsni og íløguhugi okkara skattaskipan. Eisini nevndi hann arbeiðsmarknaðin og lemjandi verkføllini sum eitt øki, har vend má koma í, um vit ikki skulu gerast eftirbátur á globala heimamarknaðinum.
Glottar
Hóast alt, helt Jan Mortensen glottar vera at hóma í føroyskum vinnulívi. Hann nevndi til dømis nógvu einskiljingarnar, sum eru gjørdar ella eru í umbúna. Eisini helt hann Visión 2015 vera eitt gott tekin um, at politikarar nú eru sinnaðir at hyggja at teimum stóru linjunum í samfelagsmenningini, heldur enn at hanga fastir í, hvørji posthús skulu vera opin nær, ella hvussu strandferðslan skal sigla.
Ongin ivi tykist vera um, at vit hava brúk fyri lokomotivum í fiskivinnuni. Í tí sambandi helt Jan Mortensen avgjørt, at tað, sum er nú er hent við JFK, ber á rætta borið. Eisini mugu vit ásanna, at tey smáu, sum vilja yvirliva, mugu spesialisera seg og veita vørur, sum ongin annar hevur. Her helt stjórin í Vinnuhúsinum Norðfra í Norðdepli vera eitt gott dømi um eina lítla fyritøku, sum roynir at ganga nýggjar leiðir við til dømis at levera vøruna beinleiðis til brúkaran.
Men enn eru nógvir ótroyttir møguleikar. Millum annað undraði Jan Mortensen seg yvir, hví føroysk reiðarí ikki sláa seg saman at reka fiskivinnu eitt nú í triðja heiminum.
Tað krevur sjálvsagt dirvið og áræði at náa góðum úrslitum úti í stóru verð. Men tað ber til  tað er fyritøkan Thor í Hósvík besta dømi um, ein fyritøka, sum eg haldi fyrimyndarliga hevur brúkt okkara kjarnuvitan um havið og skip til at slóða fyri einum leikluti í frálandavinnu, og í dag hevur 14 skip um allan knøttin.
- Tað eru veiðumenn av slíkum slag, Føroyar hava brúk fyri, segði Jan Mortensen at enda.