Føroyar taptu 1-3 fyri Danmark

Føroysku kvinnurnar máttu lúta fyri Danmark í fyrra landsdystinum teirra millum. Danmark var klárt betri í fjórða setti, vann tað 25-15, og tók sostatt ein 3-1 sigur í fyrra dystinum.

 

Byrjanin upp á triðja sett var vánalig, har tær vóru aftanfyri 5-15, áðrenn tær komu betur fyri seg síðstu bóltarnar. Danmark vann tó 25-15 og er á odda 2-1 í landsdystinum í Trongisvági.

 

Við aggressivum og djørvum spæli megnaði føroyska liðið at vinna annað sett, 25-21, eftir at hava verið á odda fyri tað mesta. Væl eydnaðist at leggja servutrýst á danska liðið, umframt at móttøkan hevur koyrt rættiliga væl.

 

Tær føroysku tora at sláa ígjøgnum, og í álopsspælinum annars hevur ligið væl fyri at sloppið undan danska blokkinum. Sum vera man, var frøin stór á føroysku kvinnunum, nú tær tóku annað settið í dystinum.

 

Í fyrsta setti legði føroyska liðið bragdliga fyri og var á odda upp til 19, tá Danmark fekk javnað. Liðini fylgdust so einar tveir bóltar, til nakrir føroyskir feilir góvu donsku kvinnunum møguleika at vinna settið 25-21.

 

Úr Trongisvági verður sagt, at nógv fólk er komið at hyggja at landsdystinum millum Føroyar og Danmark. Og í morgin verður væntandi nógv fólk á Giljanesi, tá Føroyar og Danmark spæla seinna landsdystin, sum byjar klokkan 14.15.

 

Rás 2 fer at siga frá dystinum, og tann frásøgnin byrjar klokkan 14.