Føroyar taptu eisini seinna dystin

Føroysku kvinnurnar fylgdu teimum donsku til dyrnar í fyrsta setti og langan veg í øðrum setti, men í triðja og seinasta setti bar lítið og einki til. Um vikuskiftið hevur føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti havt vitjan av danska landsliðnum, og spældir eru tveir dystir, ein í Trongisvági í gjár, sum Danmark vann 3-1, og ein á Giljanesi í dag, sum Danmark vann 3-0.

Í dystinum í dag var fyrsta sett tað besta og mest spennandi, og bæði lið høvdu settbóltar, áðrenn tað at enda gjørdist Danmark, ið vann settið 28-26. Í øðrum setti vóru Føroyar á odda leingi, og Danmark kom fyrstu ferð á odda 13-12, men vann til síðst 25-18.

Síðsta settið gjørdist tað ójavnasta, og onkursvegna tóktist tað, sum var gassið farið úr føroysku ballónini, tí eftir javnleik 2-2 koyrdu donsku kvinnurnar avstað og vunnu setti 25-12 og dystin 3-0.

Hóast tveir taptar dystir, vóru kvinnurnar nøgdar við innsatsin, ið vísti, at føroyskur kvinnuflogbóltur ikki stendur nevnivert aftan fyri danskan. Og sum fyrireiking til Oyggjaleikirnar á Álandi koma hesir báðir dystirnir vónandi at vísa seg at vera gull verdir?