Føroyska telefyritøkan Føroya Tele boðar í dag frá, at fyritøkan lækkar prísin á einstøkum fartelefonhaldum á Ver. Harumframt verða broytingar gjørdar í samansetingini av data og fartelefonhald.
- Prísurin á einstøku haldunum 6GB, 16GB og 26GB lækkar við ávikavist 50 krónum og 60 krónum um mánaðin. Samlaða mánaðargjaldið, sum húsarhaldini rinda fyri í dag, um tey hava fleiri hald knýtt saman, verður óbroytt, skrivar felagið í tíðindaskrivi sent miðlunum í morgun.
Nýtt er eisini, at nú ber ikki til at keypa eitt hald uttan data longur, men verður tað knýtt at øllum haldum. Tað verður kortini gjørt uttan at prísirnir hækka.
- Bíligasta haldið, sum er 0GB í dag, verður broytt til 1GB fyri sama prís sum áður, og í næstum legst eitt størri hald afturat verandi haldum. Nýggja haldið eitur 46GB, skrivar felagið.
Broytingarnar í stuttum:
- 0GB verður broytt til 1GB fyri 157 kr. um mánaðin.
- 6GB verður bíligari og fer at kosta 197 kr. um mánaðin – áður 247 kr.
-16GB verður bíligari og fer at kosta 247 kr. um mánaðin – áður 297 kr.
- 26GB verður bíligari og fer at kosta 287 kr. um mánaðin – áður 347 kr.
- 46GB er nýtt hald og fer at kosta 367 kr. um mánaðin.

Føroyar Tele lækkar prísin á fartelefonhaldum

