Føroyar til próvtøku í ST

Komandi ár skulu Føroyar aftur til próvtøku hjá ST viðvíkjandi lágari kvinnuligari umboðan. Í dag – ST-dagin – skipar Demokratia fyri fundi um hetta í Miðlahúsinum

KVINNUUMBOÐAN

 

Á ST-degnum mikudagin 24. oktober skipar Demokratia (Nevndin fyri øktum kvinuleikluti í politikki) fyri fundi í Miðlahúsinum. Evnið er Føroyar og CEDAW-próvtøkan 2008. CEDAW er stovnur undir ST, sum arbeiðir við at beina fyri mismuni móti kvinnum. Føroyar undirskrivaðu CEDAW-sáttmálan í 1987. Í fjør vóru Føroyar til próvtøku í CEDAW, og atfinningarnar vóru nógvar. CEDAW átalaði lágu kvinnuumboðanina í politikki, í akademiska umhvørvinum og í leiðandi størvum og lønarmunin millum føroyskar menn og kvinnur.

 

Í 2008 skulu Føroyar aftur til próvtøku. Hvat skal til, so vit ikki aftur dumpa? Á fundinum greiðir Kitty-May Ellefsen frá próvtøkuni í fjør og metir um, hvat krevst. Í panelinum vera Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í javnstøðumálum; Hans P. Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður í javnstøðumálum, og Heidi Petersen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Fundurin verður kl. 19 í Miðlahúsinum og er almennur.