Nú er greitt nær dystirnir í komandi HM-undankapping í fótbólti verða spældir. Eysturríki, Svøríki og Írlandi vitja í Føroyum komandi ár. Týskland bíðar til 2013.
Á fundi í Frankfurt seinastu dagarnar hava umboð fyri FSF samráðst við hini londini í okkara bólki um, nær dystirnir í komandi undankapping til HM í Brasil í 2014 skulu spælast.
Endaliga skráin gjørdist tann, at Føroyar spæla fýra dystir næsta ár, og seks dystir í 2013. Av teimum fýra sum skulu spælast í 2012, verða tríggir á heimavølli.
Um FIFA játtar, so verður fyrsti dystur í komandi HM-undankapping spældur einaferð tíðliga í juni mánað komandi ár, tá Eysturríki kemur á vitjan í Føroyum.
At dagfestingin ikki er endaliga ásett enn kemst av, at hesin dystur eftir ynski frá Føroyum og Eysturríki skal spælast áðrenn EM-endaspælið byrjar í Pólandi og Ukreina næsta ár, og tí skal UEFA góðkenna dystardagin. Annars sær dystarskráin soleiðis út:
Juni 2012: Føroyar-Eysturríki
7. september 2012: Týskland-Føroyar
12. oktober 2012: Føroyar-Svøríki
16. oktober 2012:Føroyar-Írland
7. juni 2013: Írland-Føroyar
11. juni 2013: Svøríki-Føroyar
6. september 2013: Kazakhstan-Føroyar
10. september 2013: Føroyar-Týskland
11. oktober 2013: Føroyar-Kazakhstan
15. oktober 2013: Eysturríki-Føroyar