Føroyar áttu besta liðið

Tað var ert í einari av teimum 21 kappingunum, at Føroyar ikki áttu fremsta svimjaran, tá millumtjóða kappingin við Orkney og Hetland var á skraðnni mikudagin.
Umframt hetta hugaliga úrslitið, so vórðu eisini tvey bólkamet sett í kappingini, og tað fær ikki verið annað enn hugaligt hjá landsliðsvenjaranum at staðfesta, hvussu stór framgongdin millum yngru svimjararnar tykist vera í løtuni.
Tað var Pauli Øssurson Mohr úr Fuglafirði, sum setti nýggju metini í bólki trý. Hann svam 50 metra bringusvimjing upp á 36,36 sekund, meðan tað tók honum 28,16 sekund at leggja sama teinin aftur um seg í frísvimjing.