Føroyar verða vertir fyri Arctic Circle Forum

Føroyar verður vertir, tá felagsskapurin Arctic Circle, ið er størsta netverkið fyri samstarv og altjóða dialog um arktiska økið, í mai mánaði næsta ár skipar fyri Arctic Circle Forum, ið er ein av smærri ráðstevnunum, ið felagsskapurin hevur á hvørjum ári. Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni.


Tað var formaðurin í Arctic Circle, Ólafur Ragnar Grímsson, ið kunngjørdi at ráðstevnan verður í Føroyum, tá hann í gjár setti høvuðsráðstevnuna Arctic Circle, ið er á hvørjum ári í Reykjavík.


Fróðskaparsetrið upplýsir á heimasíðuni, at væntandi fara 500 gestir at luttaka á ráðstevnuni í mai


- Hetta høvið fer at savnað 500 politikarar, leiðarar frá vinnulívi, sivilsamfelagi og granskingarheiminum, ið fara at røða um týdningarmikil arktisk evniøki, eitt nú shipping, fiskiskap, granskingarsamstarv, varandi orku og heilsu, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni.


Talan er um sjeyndu ferð, at skipað verður fyri Arctic Circle Forum. Áður hevur ráðstevnan verið hildin í Anchorage, Singapore, Nuuk, Québec City og Washington, meðan tann sætta ráðstevnan verður í Edinburgh í november.