Kringvarpið hevur kannð møguleikarnar fyri, at Føroyar kunnu gerast limur í EBU, Eurovision Broadcasting Union, og harvið luttaka í Eurovision Song Contest.
Svenskarin Svante Stockselius er leiðandi stjóri fyri ESC, Eurovision Song Contest í løtuni. Hann heldur ikki, at markið er nátt fyri talið av londum, sum kunnu luttaka í kappingini.
- Vit hava gjørt reglurnar um, so at fleiri lond kunnu verða við, sigur Svante Stokselius.
Fleiri lítli lond sum Lichtenstein, San Marino og Malta eru við í kappingini, men felags fyri tey er, at tey eru aktivir limir í EBU og sjálvstøðug lond.
- Vit eru limir í EBU gjøgnum Danmarks Radio og nýta eisini tilfar frá hvørjum øðrum, sigur Eyðfinn Jensen í Kringvarpinum.
Annika Mittún er regluliga við á fundum hjá EBU. Men tað kostar at gerast sjálvstøðugur limur, og tí hevur Kringvarp Føroya valt ikki at gerast limur.
- Vit hava kannað møguleikarnar at luttaka í Eurovision Songcontest fyri ung, og so taka tað harfrá, sigur Annika Mittún Jacobsen.
Eyðfinn Jensen ivast ikki í, at Føroyar høvdu klárað tónleikaligu avbjóðingina at vera við í Eurovision Song Contest uttan trupulleikar.
Føroyingar hava luttikið í bæði Íslendsku, donsku og svensku undankappingunum, men enn er ikki eydnast nøkrum at koma víðari til finaluna.
- Eg haldi avgjørt, at tit kunnu søkja um at gerast limir í EBU, sigur Svante Stockselius, leiðandi stjóri fyri ESC.