Í tøttum samstarvi við felagar okkara í Ríkisfelagsskapinum koma Føroyar heilskapaðar úr búskaparkreppuni. Tí skulu Føroyar so vítt møguligt við í komandi “vakstrarpakkan”, tá hann er klárur
Kreppan ýlir eftir okkum her fyri norðan í Atlantshavinum.
Her um okkara leiðir er kreppan í summar mátar eitt sindur øðrvísi og kann gerast verri enn hon, ið vísir tenn aðrastaðni í heiminum.
“Triðja” bylgjan
Eins og onnur lond hava vit sæð, hvussu fyrst tann sonevnda “kredittklemman” rakti bankar og fyritøkur. Síðani áttu útflutningsfyritøkurnar tørn. Tær fingu trupult við at fíggja útflutningin samstundis, sum eftirspurningurin linkaði.
Nú eru vit komin til “triðju bylgjuna”.
Vit síggja nú, hvussu tað veruliga treingist hjá fyritøkunum. Summar fara av knóranum, og tær flestu skerja rakstrarútreiðslurnar. Fleiri gerast arbeiðsleys, og almennu inntøkurnar falla. Knallreyð tøl síggjast á almenna budgettinum.
Í Føroyum legst steinur oman á byrðu.
Vit eru framvegis bundin at fiskaútflutninginum, og á hesum øki er støðan alt annað enn góð. Tilfeingið og møguleikarnir fyri Føroyar eru illa umsitin seinnu árini, og prísirnir eru sum heild lægri enn áður. Fleiri kappingarneytar njóta gott av at hava lækkað síni gjaldoyru, og eitt sindur longri frammi hóttir oljuprísurin við at hækka aftur.
Tí er okkara kreppa øðrvísi. Og støðan kann gerast álvarsom, hóast vit ikki enn hava sæð, at fólk eru kroyst frá húsi og heimi, og hóast fá munnu ganga svong her um okkara leiðir.
Kreppuloysnir tvørtur um hav
Kreppur krevja aloftast politisk inntriv og tiltøk, og tað mesta, ið higartil er gjørt, er komið frá okkara samstarvsfeløgum í Ríkisfelagsskapinum.
“Kredittklemman” varð loyst í sonevndu “bankapakkunum” frá donsku stjórnini, ið eisini fevnir um okkara peningastovnar. Útflutningurin av fiski er stimbraður nakað umvegis eksportkredittskipanina hjá stjórnini.
Her, sum so mangan, hevur felagsskapurin verið okkum hollur.
Landsstýrið er nú eisini komið við nøkrum góðum tiltøkum. Bústaðarpakkin kann stimbra byggivinnuna, og nýskipanin av ALS kann taka toppin av tí skaða, sum arbeiðsloysið hevur við sær.
Henda kreppan sær út til at kunna gerast drúgv, og tí er neyðugt við fleiri tiltøkum.
Vit skulu við í krepputiltøkini
Fyri mær er púra greitt, at Føroyar framhaldandi mugu verða partur av teimum krepputiltøkum, ið danska stjórnin kemur við.
Trupulleikin hjá okkum í Føroyum er, at vit hava ein lítlan, opnan og sera sárbæran búskap, ið er lættur at syfta um koll í teimum tíðum, vit nú uppliva.
Tí hava vit stóran fyrimun av at koma við í tey tiltøk, sum stjórnin letur upp fyri. Eitt nú er púra upplagt, at vit so vítt møguligt gerast partur av tí sonevnda “vakstrarpakkanum”, tá hann kemur.
Hesum fari eg at virka fyri í Fólkatinginum.
Landsstýrið eigur støðugt at hava gott samband við stjórnina og at tryggja, at Føroyar hava møguleika at koma við í krepputiltøkini, ið Ríkisfelagsskapurin gevur okkum rættin til.
Í tøttum samstarvi við okkara felagar í Ríkisfelagsskapinum koma Føroyar heilskapaðar úr búskaparkreppuni.