Føroyar vorðnar størri og ríkari

Fyri bretar eru Føroyar nakað serligt, nakað eksklusivt. Teir síggja fram til eina økta samvinnu við grannan fyri norðan, og við marknaavtaluni verður sett hol á eitt spildurnýtt kapittul í samstarvinum millum smátjóðina Føroyar og stórtjóðina Bretland sigur Johan Mortensen, sum hevur verið bretskur konsul í 12 ár. Hann fegnast um at kunna røkja hetta álitisstarvið júst um somu tíð sum marknaavtalan kemur uppá pláss

Johan Mortensen hevur virkað sum bretskur konsul í Føroyum seinastu tólv árini. Hann dylur ikki fyri, at marknasemjan er ein stórur dagur og kanska tann størsta einstaka hendingini í viðurskiftunum millum Føroyar og Bretland øll hesi árini.

Sum føroyingur og bretskur konsul hevur Johan Mortensen verið noyddur til at halda tunguna mitt í munninum, tá tað galt marknamálið. Tí hóast hann øðrumegin umboðar bretsk áhugamál, so hevur hann í marknatrætuni valt at vera fullkomiliga neutralur.

Og nú markið er komið uppá pláss fegnast Johan Mortensen um avtaluna, sum hann heldur gagnar báðum pørtum.

-Eg eri serliga fegin um, at avtalan eisini kann rudda slóð fyri tí fyrstu føroysku útbjóðingini. Tað, sum kanska er enn meira spennandi í kjalarvørrinum á hesi avtalu, er, at ungir føroyingar nú kanska fara at gera meira við at útbúgva seg í Bretlandi m.a. til at kunna arbeiða í eini vinnu, sum verður at fara fram á markinum millum bæði londini.

Johan Mortensen vónar, at menn nú taka seg saman og skipa sjóvegis samband millum Føroyar og Aberdeen. -Tað var eitt ómetaliga stórt afturstig, tá henda sigling varð niðurløgd í síni tíð. Tað er frálíkt við flúgving, men vit kunnu ikki vera skipasambandið fyriuttan.

Bretski konsulin heldur tað vera hugaligt, at markið er komið uppá pláss, soleiðis at agg ikki skal kunna seta split millum bæði londini.


Søgan vísir tað

-Hyggja vit eftir útviklinginum millum Føroyar og Bretland gjøgnum øldirnar, so kann man siga, at flestu stóru broytingarnar í Føroyum, hava sín uppruna úr Bretlandi.

Ein av teimum fyrstu avtalunum, sum Føroyar hava gjørt í uttanríkismálum var tann í 1500 talinum, tá vit avtalaðu fiskimark við Bretland. Um tíðina undan tí kann sigast, at vit eru jú av sama upprunafólki, norðbúgvum, og hetta sæst m.a. aftur í øllum lániorðunum í føroyska málinum frá Bretlandi.

Johan Mortensen vísir annars til sambandið vit hava havt við Ongland og bretar, eitt nú Vágsbotnshandilin, har ein manbúgvi var oddamaðurin. Síðani er tað tíðin, tá skotar og hetlendingar fiskaðu við Føroyar. Og stóra hendingin í 1864, tá Pløjen fer til Hetlands og kemur aftur við línuni og pinnagrevinum og hvussu stóran týdning hetta hevur havt. Og síðani í 1890-unnum, har Trappubrøðurnir keypa fyrstu skipini, og tá Føroyar fara frá landbúnaðarsamfelag og inn í eitt ídnaðarsamfelag. Tað var ein øgilig broyting, sum hendi tá. Og so hevur tú annað heimskríggj, tá bretar hersettu oyggjarnar. Tá vórðu Føroyar fullkomiliga broyttar og grundarlagið varð lagt undir teimum Føroyum, sum vit hava í dag.

Og síðani tá vit keyptu bretskar trolarar eftir kríggið, nakað, sum ikki bara gekk væl, men sum eisini hevði við sær stórar broytingar í føroyska samfelagnum.

Johan Mortensen nevnir eisini flakavirkini í Føroyum sum vórðu ein beinleiðis avleiðing av stríðnum við Bretland um fiskimarkið. Og so ikki at gloyma ta sannroynd, at Bretland í dag er so langt langt tað størsta keyparalandið av føroyskum vørum.

Umframt hesar stóru hendingar vísir Johan Mortensen eisini á øll tey tingini frá gerandisdegnum, sum hava sín uppruna úr Bretlandi, frá Beatles til Spice Girls og Manchester United fyri bert at taka nakað, sum hevur verið nógv uppi í tíðini.

-London er høvuðsstaðurin í heiminum, og Bretland sum mentanartjóð telist millum tær fremstu, og sum vit kunnu hava stórar fyrimunir at arbeiða saman við.

Johan Mortensen vil ikki, at hetta skal skiljast sum, at vit skulu hava minni samband við Danmark. Tvørturímóti eiga vit at varðveita og menna samvinnuna tann vegin eisini.

-Eg vil tó meta, at okkara nærstøða til Bretland kanska við skipasambandi og størri útbúgvingarligum og handilsligum samstarvi, og harvið ávirkan frá Bretlandi bæði fíggjarliga og mentanarliga, kann gerast størri enn frá øðrum londum. Men tað merkir ikki, at vit skulu tveita okkum í hendurnar á einum landi. Hinvegin eiga vit at gera okkum greitt, at Bretland er eisini ein partur av okkara norðurlendska arvi.

-Eg vil siga tað soleiðis, at eitt størri samarbeiði við Bretland fer at gera Føroyar ríkari, og bara avtalan um markið hevur gjørt Føroyar størri. Hetta er tí ein stórur marknasteinur á vegnum frameftir.

Johan Mortensen vísir á, at vit kanska longu ár 2000 kunnu gera avtalur um oljusamvinnu.

Hann heldur eisini, at er tað er nakað, sum kann seta Føroyar og føroyska mentan í relieff, so er tað samarbeiði við eina stóra tjóð sum Bretland.

Sjálvur heldur hann eisini, at Bretland hevur dugað væl við sínum hjálondum. Hetta sæst ikki minst av tí samarbeiði, sum er í Commonwealth. -Nú veit eg ikki, hvussu framtíðar rákið verður fyri Føroyum, men eg trúgvi eisini, at vit kunnu læra nógv av Bretlandi.

Johan Mortensen heldur eisini, at bretar sjálvir vilja hava góð viðurskifti við Føroyar, sum teir síggja sum ein týðandi granna.

Føroyar eru nakað fyri seg, og eisini bretar síggja tað sum nakað eksklusivt at koma henda vegin. Johan Mortensen heldur sjálvur, at føroyingar hava eitt veldugt goodwill í Bretlandi.

Johan Mortensen heldur, at vit eiga ikki at gloyma ta stóra moralska dirvið hjá Bretlandi. Tað var tann einasta tjóðin, sum í fyrstani tordi at standa upp móti Hitler, og sum eisini í dag torir at tala móti órætti hvar í verðini hann er eitt nú í Jugoslavia.

Í hesum tíðum er kanska eisini vert at minnast tað útrúliga bragdið, sum føroyingar gjørdu, tá teir gjøgnum alt seinna kríggj sigldu við feskum fiski til Bretlands, og har kostnaðurin var ræðuligur.

-Vit minnast eisini, at Churchill skal hava sagt, at hetta skuldi ikki verða gloymt føroyingum. Johan Mortensen sigur, at bretar eru vitandi um hetta.

-Nú fara vit so inn í eina nýggja øld, so hvør veit, um ikki tað verður í hesum anda, at føroyingar og bretar fara at samvinna.

Ár 1900 var tann fyrsti bretski konsulin settur í Føroyum. Johan Mortensen er tann 17. konsulin í Føroyum í hesi øldini. Ein konsul skal verja áhugamálini hjá Bretlandi og bretskum einstaklingum innan fyri handil og alt annað.