Svimjing
Seinsata vikuskifti tóku 12 føroyskir svimjarar lut í sonevndu North Atlantic Meet kappingini í Hetlandi. Umframt teir 12 føroysku svimjararnir vóru eisini 12 svimjarar úr ávíkavist Hetlandi og Orkney.
Føroysku svimjararnir vunnu ikki færri enn 17 av teimum 21 kappingunum, sum vóru á stevnuni, og hartil vórðu trý føroysk met sett. Metini settu Helga Djurhuus (50 m firvald), Jákup Mohr (50 m bringa) og Hanus Eysturdal (50 m rygg).
Samanlagt gjørdust Føroyar besta tjóðin við 173 stigum. Hetland fekk 133 stig og Orkny Oyggjarnar fingu 117 stig.
Hetta var fyrstu ferð at NAM-kappingin varð skipað, og verður hon ætlandi hildin í Føroyum í 2004.
Tíverri var ikki rúmd fyri øllum úrslitunum frá kappingini í blaðnum í dag, men verða hesi í staðin í týsdagsblaðnum komandi.