Føroyar vunnu á Litava

Rannvá B. Andreasen skoraði einsamalla málið, tá føroyska kvinnulandsliðið í gjár vann 1-0 á Litava á LFF Leikvøllinum í Vilnius í undankappingini til HM undankappingina.

 

Eftir málleysan fyrra hálvleik eydnaðist tað Føroyum at skora til 1-0 tá ein góður tími var spældur. Málskjútti var Rannvá B. Andreasen, sum stutt framman undan varð sett á vøllin fyri Olgu Kristinu Hansen. Einki mál kom afturat í dystinum og sostatt vann føroyska landsliðið 1-0.

 

Í hinum dystinum í gjár møttust Georgia og Montenegro, og har gjørdist úrslitið 2-0 til Montenegro. Nú øll londini hava spælt tveir dystir, hava Føroyar og Montenegro 4 stig, Georgia hevur trý stig, meðan vertstjóðin Litava framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar.

 

Tvey lond fara víðari úr bólkinum til enn eina undankapping, sum verður spæld eftir sama leisti sum hjá A-landsliðnum við monnum. Seinasta umfar í kappingini verður spælt týsdagin 7. apríl, og tá skulu føroysku kvinnurnar møta Georgia.

 

Føroyska liðið var mannað soleiðis í dag:

1. Randi Wardum, 3. Fríðrún Danielsen, 5. Bára S. Klakstein, 6. Eyðvør Klakstein (4. Lív Arge, 90. min.), 7. Rakul M. Johannesen, 8. Malena Josephsen (liðs.), 10. Heidi Sevdal, 11. Ansy Sevdal, 12. Liljan av Fløtum Petersen, 13. Íðunn Magnussen og 17. Olga Kristina Hansen (9. Rannvá B. Andreasen, 58. min.).

 

Óbrúktir leikarar:

1. Nina Davidsen, 2. Maria K. Thomsen, 14. Oddrún Danielsen, 15. Doris í Garði Olafsdóttir og 18. Laila Pætursdóttir