Hægsti bygningur í Íslandi stendur í Kópavagi, og tað er Jákup á Dul Jacobsen, ið hevur bygt húsið, ið millum íslendingar verður kallað Føroyatornið Kópavágur, sum er samanvaksin við Reykjavík, er skjótast vaksandi býur í Íslandi. Fyri 10 árum síðani búðu 17.000 fólk í Kópavági, men nú búgva á leið 30.000. Sjálvt um stígur er komin í íslendska búskapin, sæst hetta ikki á býarmyndini í Reykjavík, Kópvági og hinum grannabýunum, har byggikranar dag móti himli allastaðni.
Jákup á Dul Jacobsen, sum hevur á leið 20 ár á baki í Íslandi, fór fyri nøkrum árum síðani undir at byggja hægsta bygning í Íslandi. Við sínum 22 hæddum er Føroyatornið nakrar fáar metrar hægri enn Hallgrímskirkjan í Reykjavík.
Bygningurin stendur beint við síðuna av fyrsta handlinum hjá Jákupi á Dul Jacobsen í Íslandi, Rumfatalagerinn (Jysk).
Tá farið var undir byggingina, varð verkætlanin mett at kosta á leið 400 mió. danskar krónur. Tað mesta er leigað út til skrivstovuvirksemi.
Føroyatornið stendur nú so at siga liðugt, og við síni bláligu glasfasadu tekur tað seg sera væl út í býarmyndini í Kópavági.