Føroyingar aftur í norskan sjógv

Nyggj fiskivinnuvtala varð undirskrivað umleið klokkan hálvgum fimm í dag. Hon hevur við sær, at fiskibannið millum norðmenn og føroyingar er av Seinnapartin í dag var nýggj fiskiveiðuavtala undirskrivað millum Føroyar og Noreg. Ongin avtala hevur verið síðan 9. januar, tá føroyingar vóru riknir úr norskum sjógvi, og norðmenn úr føroyskum.

Avtalan er ikki ein stór broyting frá tí seinastu, men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur hana vera eitt vet betri, enn avtalan frá í fjør.

Við nýggju avtaluni fáa føroyingar 120 tons av hýsu og 97 tons av toski afturat í norskum sjógvi, men kvotan, ið vanliga kundi flytast úr russiskum sjógvi í norskan er minkað við umleið 500 tonsum.

Eisini er avgjørt, at norðmenn fáa 4000 tons minni av svarkjafti í føroyskum sjógvi.

Hinvegin fáa norðmenn sín vilja við makrelinum, sum stóra trætan annars var um. Hetta vil siga, at norðmenn fáa 85 prosent av kvotuni, sum Føroyar saman við Noregi høvdu fingið loyvið at veiða.

- Hetta er eina avtala, sum er eitt sindur betri enn í fjør, tá mann hugsar um, at avgerðin við makrelinum longu skal takast uppaftur til næstu samráðingarnar, uttan ávirkan frá hesum samráðingunum, sigur Jacob Vestergaard.

Føroyski flakatrolarar hava síðan 9. januar kent seg sum gíslar í málinum, men hetta tekur Jacob Vestergaard onga skuld fyri.

- Høvdu norðmenn bara sagt beinanvegin, at teir vildu hava makrelin við, so høvdu vit kunna fyrihildið okkum til tað. Í staðin komu teir til samráðingar við eini øðrvísi skrá, enn tí vit høvdu avrátt, og tí bleiv hetta soleiðis, sigur landsstýrismaðurin.