Føroyingar betala 331 milliónir ov nógv í skatti

? Meiri peningur átti at verðið játtaður til heilsuverk, samferðslu, pensjonistar, o.a., sigur fíggjarpolitiski framsøgumaðurin hjá størsta andstøðuflokkinum

?Føroyingar betala 331 milliónir ov nógv í skatti.

Tað heldur Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður.

Hann er fíggjarpolitiskur framsøgumaður hjá størsta andstøðuflokkinum í tinginum, javnaðarflokkinum.

Tá ið uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár var til viðgerðar, fanst hann hvassliga at tí førda fíggjarpolitikkinum hjá Landsstýrinum.

Hann segði, at ætlanin við at taka skatt frá borgarunum er at útvega pening til at fíggja útreiðslurnar hjá landskassanum.

? Men nú er yvirskotið hjá landskassanum 331 milliónir tá ið avdráttir til danska statin eru goldnar.

? Tvs, at landskassin tekur 331 milliónir meiri enn í skatti enn tað, sum krevst fyri at hava samfelagshjólini gangandi.

Hetta átalaði Vilhelm Johannesen, tí samstundis eru tað nógv øki í samfelagnum, sum eru so niðurpínd, at tað er óforsvarligt.

Hann vísti m.a. á, at pensjónirnar eru lágar og at nógv lág- og miðallønt eru niðurpínd í skatti.

Hann mælti tí til at brúka 100 milliónir meiri til skattalætta til tær lægru inntøkurnar, ikki minst til húski við børnum.

Hann mælti eisini til at brúka 100 mió til at hækka pensjónirnar og til eldraøkið í síni heild, og til onnur endamál, eitt nú heilsuverk, til útjaðaran, til samferðslu o.a. Hetta kundi verið gjørt samstundis sum vit varðveittu eitt yvirskot á fíggjarlógini upp á yvir 100 milliónir, segði Vilhelm Johannesen.


Ov lítlar íløgur

Men Vilhelm Johannesen helt eisini, at íløgurnar hjá landskassanum eru ov lágar.

? Hóast nógv øki eru niðurpínd, ætlar landsstýrið ikki at brúka meiri enn gott 150 milliónir til íløgur.

?Hinvegin meta búskaparfrøðingar, at tað er ráðiligt at íløgurnar í einum landi eru 20% av bruttotjóðarúrtøkuni. Eftir tí, kundu íløgurnar í Føroyum verið 1,2 milliard tilsamans. Siga vit leysliga at privatu íløgurnar eru 600 mió, eru 600 mió eftir, sum tað landið og kommunurnar kunnu gera íløgur fyri. Av teimum kundi landið gjørt íløgur fyri einar 300 mió. Tvs. at íløgurnar kunnu tvífaldast, sigur Vilhelm Johannesen.


Má ikki hækka

Men Vilhelm Johannesen fekk lítla undirtøku í samgonguni.

M.a. førdu samgongumenn fram, hvussu týdningarmikið tað var landskassin ikki gjaraði út í góðum tíðum fyri at búskapurin ikki skuldi hitna ov nógv, og fyri at hava nakað at standa ímóti ið, um tíðirnar versnaðu aftur.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, segði, at fíggjarlógin varð løgd fyri samgonguna, har semja var um karmarnar í henni, áðrenn hon varð løgd fram.

? Og nú fíggjarlógin skal til víðari viðgerð, áðrenn hon verður samtykt, er tað umráðandi, at karmarnir ikki hækka.

? So verða játtanir broyttar, er tað umráðandi, at tað verður spart aðrastaðni, so at útreiðslurnar í henni ikki hækka, segði løgmaður.


Vistu onki

Hergeir Nielsen úr tjóðveldisflokkinum, sum er í samgongu var ikki rættiliga samdur í, at fíggjarlógin varð løgd fyri samgonguna, áðrenn hon varð løgd fyri tingið.

? Tað er landsstýrið, sum einsamalt hevur gjørt fíggjarlógina og hann visti so onki um, at samgonguflokkarnir sum so hevði verið uppi í arbeiðnum. Fleiri aðrir samgongutinglimir vóru eisini sera misnøgdir við, at teir fingu so lítið at vita um fíggjarlógina, áðrenn hon varð løgd fram.