- Tað er heilt neyðugt, at vit seta eina reglugerð í gildi í Føroyum, har krøv verða sett til, hvussu vit skulu byggja okkara hús.
Tað staðfesti Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur á almennum fundi, sum Tjóðveldi skipaði fyri í Miðlahúsinum í Gjárkvøldið.
Hann vísir á, at í flestu londum stavar eini 40% av orkunýtsluni frá olju og tað verður í mesta mun brúkt til bilar, treylarar og annan flutning.
- Ì Føroyum kemur 94% av orkuni frá olju, tí vatn, vindur og orka frá brennistøðum er bara ein viðfáningur.
- Sostatt hava vit í Føroyum ein sera stóran trupulleika at loysa og tað er rættiliga grundleggjandi fyri okkum, at vit sleppa okkum burtur frá oljuni, sigur Magni Laksáfoss.
Hann staðfestir, at innflutningur av olju og prísurin á oljuni, hangar rættiliga tætt saman og tí verður tað dýrari og dýrari fyri okkum, so hvørt sum oljan dýrkar.
- Tí eiga vit at fara burtur frá oljuni, áðrenn hon fer burtur frá okkum, legði hann afturat.
Bilar ikki trupulleikin
Hann sigur, at tí eiga vit at gera íløgur í varandi orku fyri at sleppa av við oljuna.
- Samstundis eiga vit at seta okkum greið mál og reglur fyri, hvussu vit byggja hús fyri at minka um oljunýtsluna til varma.
Hann sigur, at hetta hevði gjørt veruligan mun.
- Skipaflotin brúkar helvtina av oljuni, vit brúka, men 30% av oljunýtsluni fara til at hita hús upp við. Samstundis brúkar SEV 15% av oljuni.
- Sostatt fara 45% av okkara oljunýtslu til at varma hús upp við og til SEV.
Hinvegin brúka bilar og flogfør bara 10% av okkara innflutningi av brennievni.
Magni Laksáfoss staðfesti sostatt, at skulu vit minka um oljunýtsluna og vakstrarhúsárinið, nyttar lítið at tosa um, hvussu nógv bensin verður brúkt í bilum, tí tað er als ikki har, at trupulleikin er.
- Umframt at vit eru í eini fíggjarkreppu, eiga vit at gera íløgur til at minka orkunýtsluna og til at leggja um til varandi orku, staðfesti Magni Laksáfoss.
Og hann heldur, at tað fyrsta, vit eiga at gera, er at fáa orkunýtsluna niður.
- Í Føroyum hava vit nógvan vind og her átti tað ikki at verðið neyðugt at brúkt so nógva olju.
- Kanska verður varandi orka eitt sindur dýrari, men við teimum forsagnum, sum eru, fer oljan eisini at dýrka munandi
Krøv til sethús
Magni Laksáfoss helt, at tað ber til at minka oljunýtsluna hjá sethúsum munandi.
- Vit hava onga byggireglugerð og sostatt ongi almenn krøv til, hvussu okkara hús skulu bjálvast.
Og hann staðfesti, at veruleikin er, at vit bjálva húsini nógv verri enn tað, sum er krav í okkara grannalondum.
Í øðrum londum verða krøv sett til, hvussu hús skulu bjálvast og eitt vanligt krav er, at hús hava minst 40 sentimetrar av bjálving.
Í Føroyum verður sjáldan farið upp um 25 sentimetrar og oftani minni.
- Mátin, vit byggja hús upp á, er øgiliga orkukrevjandi og vit hava ongi krøv til bygging, sjálvt um vit búgva í einum landi við nógvum vindi, sum kølir húsini illa.
Magni Laksáfoss undrast á, at vit ikki hava krøv til bjálving, tí tað er eitt sjálvsagt stað at seta reglar í verk.
Hava góðar møguleikar
- Tað mest positiva er, at vit hava stórar møguleikar at minka um oljunýtsluna, samstundis sum vit hava góðar møguleikar at leggja um til varandi orku, tí á nógvum økjum finst tøknin longu.
- Serliga er tað sjálvsagt at brúka vindorku at hita hús við, tí tað er nógvur vindur um veturin og tá er samstundis mest brúk fyri hita.
Men tað fyrsta, vit eiga at gera, er at seta eina byggireglugerð í gildi, sum setir krøv til bygging og isolering, tá ið vit byggja.
Samstundis eiga vit eisini at leggja eina landsætlan fyri bygging, har tað verður ásett, hvar búsetingar skulu vera og, hvussu vit skulu byggja.
Skulu vit framvegis hava hvør síni sethús, ella um vit skulu fara yvir til íbúðarbygging, sum er munandi meiri orkusparandi.
Magni Laksáfoss sigur, at vit eiga at leggja mvg stuðulin til sethúsabygging um til ein stuðul til bjálvingarstuðul til, ella til stuðul til at leggja um til varandi orku, so at tað verður lættari hjá fólki at leggja um.
Tøknin til alt hetta er longu til staðar, so tað er bara at fara til verka, segði Magni Laksáfoss.
Føroyingar størstu oljuslúkar í verðini
Hvør einasti føroyingur brúkar 13 litrar av olju um dagin og tað er meiri enn tey brúka bæði í Amerika og niðri í Evropa
Oljunýtsla
Áki Bertholdsen
Føroyingar brúka so nógva olju, sum ongin annar.
Tað staðfesti Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, á almennum kjakfundi, sum Tjóðveldið skipaði fyri í Miðlahúsinum í gjárkvøldið.
Hann vísir á, at tað er rættiliga sigur, ymiskt, hvussu nógva olja, tey ymsu londini brúka.
Ì Kina brúka hvørt fólk bara ein hálvan litur av olju um dagin.
Í Evropa brúkar hvørt fólkið fimm litrar av olju um dagin og í USA er nýtslan 11 litrar fyri hvørt fólkið um dagin.
- Men hvør føroyingur brúkar 13 litrar av olju um dagin.
Ein spurningur, sum mangan er reistur úti í heimi, er, um tað er rættvíst, at tey ríku londini brúka tað mestu oljuna og harvið trýsta oljuprísin upp, samstundis sum tey eisini eru tey londini, sum eru best før fyri at granska og leggja um til aðrar orkukeldur.
Harafturat er tað júst hetta, sum forðar teimum fátæku londunum at menna seg.
Grøn orka til tað almenna
Á kjakfundinum í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, saknaði Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, eina miðvísa ætlan at leggja allar almennar bygningar um til varandi orku og til at seta orkusparandi tiltøk í verk.
- Tað almenna eigur eisini at bjálva almennar bygningar betri og alt Tinganes átti at fingið hita úr sjónum og tað ber væl til við tøkni, vit hava í dag.
Ìstaðin fyri at seta oljufýr í nýggja fiskivinnuskúlan í Vestmanna, átti at hann at verðið hitaður vð sjóvarhita.
- Eg haldi, at tað almenna eigur at seta 150 milliónir av um árið til at bjálva almennar bygningar meiri og at leggja um til varandi orku, segði Magni Laksáfoss.
-
Neyvan kaðal millum Føroyar og Ísland
Á kjakfundinum í Miðlahúsinum í gjárkvøldið varð eisini nomið við ætlanina at leggja kaðal úr Føroyum til Íslands og keypa orku haðani.
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, staðfesti, at hann hevði ikki hugsað so nógv um tann møguleikan.
Men hann segði, at tað er ein sannroynd, at orka verður dýrari og dýrari um allan heimin og tí gera heimsins lond nógv burtur úr at flyta orkukrevjandi framleiðslur til lond við bíligari orku.
Tí er sannlíkt at orkan í Íslandi eisini fer at verða dýrari í framtíðini, tí eftirspurningurin fer at veksa nógv tey næstu árini.
Men skulu vit tosa um orkusparing, vísti hann á, at hava fiskifrøðingar rætt í, at vit kunnu fiska somu nøgd av fiski við einum flota, sum er nógv minni, er tað heilt sjálvsagt at seta tiltøk í verk á hesum øki og at minka fiskiflotan, tí hann brúkar helvtina av allari oljuni hjá føroyingum.
Les eisini greinina: Burtur frá oljuni áðrenn hon fer burtur frá okkum